HOLOCAUST MINNINGARHALD Í KELDUNI - ongantíð aftur!

2021-01-30 21:37

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 27.01.2021

_____________________________________________________________________________________________________

HOLOCAUST MINNINGARHALD Í KELDUNI
- ongantíð aftur!

Vinafelagið Føroyar-Ísrael og Føroyska deildin hjá Altjóða Kristnu Sendistovuni í Jerusalem (ICEJ), skipaði mikukvøldið 27. januar fyri HOLOCAUST-MINNINGARHALDI í Kelduni í Skálabotni við slagorðunum: “ONGANTÍÐ AFTUR!” Væl av fólki var møtt upp til minningarhaldið, har fýra fyrilestrar vóru.

DÁNJAL POULSEN:Dánjal Poulsen, næstformaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael bjóðaði áhoyrarunum vælkomnum og setti minningarhaldið. Tey, sum høvdu fyrilestrar vóru: Erland Tvørfoss, Svennng av Lofti, Maigun Solmunde og Bjørgfinnur Heinesen:

ERLAND TVØRFOSS:Erland Tvørfoss, lærari, kom inn á ymiskar hættir, sum Nazistarnir brúktu í jødatýningini. Eisini vísti hann á stórskýggja ein hagtalslista frá 2020, ið vísir hvussu nógv antisemittisk (antijødisk) álop verða framd í heiminum í dag. Her legði Erland dent á, at hagtalslistin er prógv um, at sami jødahatur, sum Nazistarnir høvdu, er framvegis ein veruleiki í mongum londum, ikki minst í Vestur-Europa, og tí eiga vit, segði fyrilestrarhaldarin: “ Framvegis at stuðla og biðja fyri Ísrael og jødunum.”

SVENNING AV LOFTI:Svenning av Lofti legði fram fleiri lagnusøgur, sum hann persónliga hevur hoyrt frá jødum, ið hann hevur møtt á ferðum í Ísrael, m.a. lokalir ferðaleiðarar hjá føroysku ferðaløgunum í Ísrael. Í fyrilestrinum fingu áhoyrararnir at hoyra um ógvusligar og tragiskar persónslagnur hjá Holocaust-jødum. Svenning sigur við Kristiligu Tíðindatænastuna, at tað hevði verið ynskjandi at savna hesar søgurnar í eini føroyskari bók.

Svenning segði frá, at einaferð hann vitjaði í Ísrael, møtti hann kvinnuni Elisabeth Leth, sum hann ikki kendi. Svenning greiddi soleiðis frá: “Hon visti ikki hvør hon var, var helst fødd í Fraklandi, segði kvinnan. Mamman var jødi, sum bleiv flutt í tokvognum saman við øðrum jødum til arbeiðs- ella týningarlegu í Týsklandi, og at mamman í vónloysi hevur slept henni úr tokinum við teirri vón, at onkur góð sál fór at finna hana – og so bleiv.”

MAIGUN SOLMUNDE:Maigun legði fram nýggjastu úrslitini av kanningararbeiðinum, sum “GRUNNURIN 1943-45” er komin til. Endamálið við grunninum er at leita fram allar føroyingar, sum hjálptu donsku jødunum í tíðarskeiðinum 1943 -1945 at flýggja undan Nazistunum.

Maigun Solmunde, sum býr og er ættað úr Syðrugøtu, er ein av stigtakarunum til grunnin. Hon sigur, at longur frammi í tilgongdini og tá nóg mikið av skjalatilfari er savnað, vil Føroyar fáa heiðurspláss í heimsins størsta minnissavni YAD VASHEM í Jerusalem, sum er minnisavn um fólk, sum hjálptu jødum undir seinna heimsbardaga. Eisini er ynskiligt, at kanningarúrslitini koma út í bók, sigur Maigun.

Maigun nevndi í fyrilestrinum eitt dømi av fleiri, um eitt føroyskt húski í Danmark, sum vágaði lívið fyri at bjarga einum jødiskum dreingjabarni undan nazistunum. Drongurin er ein eldri harri í dag, sum Maigun hevur havt persónligt samband við. Navni á dreinginum/manninum er Carsten Stohn og er 77 ár í dag.

Føroyingurin Marentius Poulsen, ættaður úr Ljósáum, sum búleikaðist í Danmark undir krígnum, var við til at smugla/føra 64 jødar úr Sæby í Norður-Jyllandi til Svøríkis. Maigun sigur, at í løtuni arbeiðir hon við dokumenteringini av hesum.

BJØRGFINNUR HEINESEN:Bjørgfinnur tók samanum og lýsti Holocaust frá einum bíbilskum sjónarmiði. Hann setti ein rannsakandi spurning: “Hvat munnu jødarnir, sum fóru ígjøgnum Holocaust, hugsa um Gud og lyftini frá Gudi?!”

Í hesum sambandi læs hann Sálm. 13, og viðmerkti, at sálmurin er sum ein profetisk lýsing av hvussu nógv Holocaust-jødarnir hava liðið í síni tankaverð við sínum óteljandi ósvaraðu spurningum. (Undirritaði heitir á lesaran, at hann sjálvur lesur Sálm 13).

Bjørgfinnur tosaði eisini um lygiherðferðina í samband við Holocaust. Hann nevndi, at tað eru sterkar kreftir í dag, sum bera fram ein miðvísan lygiboðskap, at Holocaust aldri er farið fram. Teirra motto er: “Sig eina lygn nóg ofta, so verður hon til endan tikin sum sannleiki!”

Sirikit Jacobsen, Heine Lútzen og systir hansara Malan, høvdu sangframførslur undir minningarhaldinum.

Minningarhaldið endaði við, at Jákup Joensen, formaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, og Svenning av Lofti høvdu hvør sína forbøn fyri Ísrael, áðrenn allir áhoyrararnir reistust og sungu bæði tann Ísraelska og Føroyska tjóðsangin.

Ein samtykt í ST:Tað var ST, sum 01. november 2005, einmælt samtykti at fastseta 27. november sum altjóða minnisdag um HOLOCAUST OG ONNUR FÓLKADRÁP. Dagurin hevur verið hildin síðani í mongum londum, og í Føroyum varð hann fyrstu ferð hildin alment 27. november í fjør, sum eisini verður føroyski minningardagurin framyvir.

Tað er við støði í Mannarættindar- og fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at hesin dagurin er settur sum almennur Holocaust-minnisdagur. Endamálið hjá ST er, at fólkið ikki gloymir hesar ræðuleikar, og at komandi ættarlið læra av søguni, so slíkt ikki hendir aftur.