
Hitamiðstøð og dálkingarvandi
2012-10-24 17:22
Ætlanin við eini hitamiðstøð við Klingruna í Hoyvík, er ikki
nýggj, men hevur verið frammi nú í fleiri ár.
Spurningurin er, um hon nú er ov gomul
og ótíðarhóskandi, og at vit í dag, nú vit skriva 2012, hava aðrar og betri skipanir,
sum - uttan dálking, nøkta tørvin á
orkuveiting. Eigarafeløgini, sum vara av, og sum eru tættast við økið, ið
er sett av til hitastøð í Hoyvík, hava gjørt eitt risa arbeiði fyri at lýsa
avleiðingarnar av at byggja slíka støð. Tølini siga alt og eingin ivi er um, at
vandin fyri dálking er til staðar – og tað í ríkiligt mát. Eftir fundin um hettar mál í gjárkvøldið, siti eg eftir
undrandi. Er tað veruliga so, at almenni mynduleikin, ið skal tryggja okkum
móti dálkingarvanda, ikki hevur verið sína uppgávu vaksin? Og hvat um ikki
eigarafeløgini Inni á Gøtu og Hoyvíkshædd høvdu havt neyðuga dirvi, førleika og
árræði til sjálvi at gera kanningar og aðrar lýsingar av støðuni - hvat so ? Høvdu vit so í dag havt eina dálkandi hitamiðstøð millum
hús, barnagarðar og stór arbeiðspláss í Hoyvík? Nei, kenslan er ikki góð -
vóni, at hetta verður eitt eindømi og at almenni mynduleikin, sum skal
tryggja borgaran móti dálking og heilsuvanda, rópar varskó beinanvegin, tá
slíkt verður sett á skrá. Ein stór tøkk til eigarafeløgini sum seinastu árini
áhaldandi hava arbeitt við at vísa á dálkingarvandan. Haldi ikki, at tað er
nakar, ið eftir sera væleydnaða fundin í gjárkvøldið, fer at arbeiða fyri eini
hitamiðstøð eftir fyriliggjandi leisti. Eg taki í hvørt fall ikki undir við hesum! Eitt nýtt Býráð eigur at hjálpa til og virka fyri eini betri
loysn.