Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Harra løgmaður, tú hevur ábyrgdina av at finna útav hvør hevur smittað mín mann!

2021-05-22 16:59

Harra løgmaður, tú hevur tryggjað heilsugeiran, og hvat meira móti Covid-19? Vit sum búgva her á landið, eru ikki øll koppsett og tú letur landamørkni frítt upp til ein og hvønn at koma her, uttan so mikið sum at biða eftir úrslitinum av kanningini av flogvøllinum! Uttan so mikið sum at krevja tey í sóttarhald!

Nú er mín maður smittaður og keldan er ókend. Landslæknin hevur verið ein fantastikur og hollur stuðul hjá manninum og mær, men eg sakni teg í hesum og tína ábyrgd! Tí tað er tú sum evsti myndugleiki, sum hevur latið upp landamørkini og nú er Covid-19 leyst. Følir tú teg tryggan? Eru øll rundan um teg trygg? Sleppa tíni børn, sum ikki eru vaccineraði, at liva sítt lív? Fara til próvtøkur og tær uppgávur sum tey hava hug til? Hevur títt húski frælsli at liva og virka? Bara so tú fært tað at vita frá einum borgara her á landi, so gongur tað ikki so væl hjá okkum. Tí covid-19 er leyst í Havn, sum eg veit um, og hvør veit hvar aðrastaðni?

Eg síggi til dagliga at fólk ikki spritta og frástøðan er burtur í handlum í Havn.

At tit hava tryggja tykkum og heilsugeiran, og tey mest sárbæru er gott. Men um tú billar tær inn, at so er málið nátt, so tekur tú feil! Kostnaðurin fyri at lata ferðandi koma frítt inn og smitta okkara kæru, er ein ófyrigevilgur brølari, sum bara tú stendur til ábyrgd fyri.

Tí er mín áheitan á teg, harra løgmann, at fáa skil á tað kaos tú hevur sett í verk og tryggja títt fólk. Vit eru útestt fyri einari álvarsligari sjúku, sum tú eigur at verja okkum fyri. Kom til arbeiðis og tak ábyrgd!

Harra løgmaður, eg krevji av tær at tú finnur tann sum hevur smittað mín mann, og sett mína familju í eina støðu, sum er ótolandi og sum vit bara kunnu biðja til hægri maktir um, at tað fer at spæla væl av.

Laufey H. Blaasvær