Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hægri stuðul til Faroe Pride

2022-06-21 11:49

Øll árini, sum Faroe Pride hevur verið fyriskipað í Føroyum, hevur týdningurin verið alstórur.

Dagurin er sera jaligur, og tað hevur veruliga gjørt mun fyri LGBTarar og øll, sum standa nær, at túsundtals fólk í øllum aldri hava víst sín stuðul og ynski um einar rúmligar Føroyar.

Stuðulin frá Tórshavnar Kommunu hevur serliga stóran týdning, tí Pridin er ókeypis. Tað er tí ein veruligur smeitur, at meirilutin í býráðnum hevur skert stuðulin við meira enn eini helvt niður á 12.500 kr.

Tjóðveldi hevur tí lagt uppskot fram til býráðsfundin mikukvøldið um at hækka stuðulin til 75.000 kr.

Okkara ungu siga frá haturstalu, happing og harðskapi í almenna rúminum, sum fer langt útum tað, sum vit eiga at góðtaka. “Eg bleiv bukaður í búkin, tí eg dansaði við einum drongi”, greiðir ein drongur m.a. frá. Pridin er eitt sjónligt og jaligt mótspæl móti hesum upplivingum og er hetta ein av fleiri orsøkum til, at pridin hevur ein so ómetaliga stóran týdning.

Hóast fleiri sigrar síðstu árini, er framvegis nógv eftir at gera, tá tað snýr seg um rættindi og hugburð. Føroysk tøl frá 2016 hava víst, at 49% av LGBTarum hava kent seg tunglyntan í eitt longri tíðarskeið, og at heili 56% kenna angist. Arbeitt verður nú við eini nýggjari kanning, sum er gjørd síðstu vikurnar, og tølini síggja út til at vera verri enn tey vóru í 2016. Støðan er álvarsom. Ágangurin er ein vaksandi trupulleiki, og tí hava vit tørv á eini røð av átøkum at fremja sálarheilsuna hjá LGBTarum. Faroe Pride er ein týdningarmikil partur av hesum.

Allir høvuðsstaðir kring okkum hava pride og gera nógv burturúr at stuðla. M.a. kann nevnast, at Oslo hevur ein politikk og mál um, at kommunan skal standa seg best, tá tað kemur til rúmligheit, og sum part av hesum politikki vera ein stoltur viðspælari í árligu pride skrúðgonguni í Oslo. Oslo-, Reykjavíkar- og Keypmannahavnar Kommuna stuðla við ávikavist 2.1, 0.5 og 1.3 DKK um árið. Hesar kommunur stuðla eisini munandi meir lutfalsliga per borgara í kommununum.

Høvuðsstaðurin eigur at vera eitt stað, har vit øll kunnu trygt vera tey, vit eru, og tí er tað so týdningarmikið, at Tórshavnar kommuna er ein viðleikari og stuðlar pridini, sum øll árini hevur verið við til at flutt Føroyar rætta vegin bæði í mun til rættindi og hugburð.

Gunvør Balle,
Jákup Dam
og Elsa Berg
fyri Tjóðveldi í Tórshavnar býráði