
Grønt ella svart
2012-10-12 04:56
Orkumál er ein týdningarmikil samfelagsspurningur.
Samfelagið er tengt at orku. Vit brúka orku
til hús, heim og arbeiðpláss, til at veita ljós og at reka vinnuna á landi og á
sjógvi.
Meir enn 90% av orkunýtsluni í Føroyum kemur
av innfluttum oljuúrdráttun, ið vit
noyðast at keypa til marknaðarprís, sum vit
onga ávirkan hava á. Tá oljuprísirnir eru høgir, ávirkar hetta alt samfelagið
og bæði vinnan og samfelagið verða dýrari at reka.
Efturspurningurin
eftir olju er vaksandi, samstundis sum tað er vorðið dýrari og truplari at koma
fram at oljuni.
Ein øgilig orka og
peningalig upphædd skal til fyri at finna, útvinna og raffinera oljuna, at
flyta hana um landamørk og goyma hana, áðrenn hon kemur brúkarunum til góðar.
Hetta er ein kostnaðarmikil
og dálkandi loysn og alt tíðir uppá, at oljan verður upp aftur dýrari í
framtíðini
Avleiðingar
Í dag síggja vit ógvusligu avleiðingingarnar
av høgu oljiprísunum, har bæði húsarhaldið og vinna eru komin í tungan sjógv og
alt samfelagið er vorðið dýrari at reka.
Neyðugt er at umskipa okkara orkunýtslu og skifta til
varandi orku
Vindur, hav, vatn
og sól eru varandi og grønar orkukeldur og eru lættari atkomiligar.
Tórshavnar Kommuna eigur í nógv størri mun at virka fyri, at vit verða
óheft av dýru og dálkandi oljunýtsluni. Vit eiga at taka størri atlit og fylgja
Kyoto protokollini og minka um CO2 útlátið. Vit eiga at gera tað sum neyðugt er
fyri at tryggja eitt reinari umhvørvi, har vit verða meira óheft av dálkandi oljuni.
Hetta kundi samstundis elvt til nýggjar vinnur, útvega arbeiðspláss og
stimbra gransking og menning av nýggjari tøkni.
Grønt ella svart
Sum er, eru øll
akførini hjá Tórshavnar Kommunu bensin- ella diesel drivin. Tí ber til at
staðfesta at Tórshavnar Kommuna í dag dálkar umhvørvið óneyðuga nógv.
Hetta eiga vit at
broyta, so flest møgulig akfør hjá Tórshavnar Kommunu verða skift til el-drivin
akfør.
El-bilur
Ein el-bilur
umsetur uml. 90% av orkuni til framdrift, har ein bensin ella dieselbilur sjálvdan
umsetur meiri enn 30% av orkuni til framdrift.
Kraftin í
el-bilunum er eins góð sum tann í bensin og diesel bilum.
Eitt el-akfar
dálkar minni og fær meiri burtur úr orkuni og er tað tískil eisini ein
fíggjarligur fyrimunur.
Tað eru nógv góð dømir um, at tað loysir seg at skifta
til el-akfør
Post Danmark er í
ferð við at skifta út til el-akfør. Taxa 35 í Dk og Yellow Cab í NY skifta
stóran part av dieselbila-flotanum út við el- bilar.
PostNord hevur ein
flota, ið telur einar 3000 el-akfør og er ein av størstu fyritøkum í Europa, ið
brúkar el-akfør.
Tað verður granskað
nógv í varandi orku og el-akførum og grannalondini eru góð fyridømi í
orkupolitikkinum.
Hetta kunnu vit
læra av.
Kommunan eigur at vera ein fyrimynd í grøna leistinum
Lat okkum fara til
verka nú og í størri mun gerast óheft av oljuni við reinari og bíligari orku.
Tórshavnar Kommuna
eigur at tryggja verandi og komandi borgarum eina framtíð í einum reinari umhvørvi,
har kommunan førir ein tryggan og burðadyggan fíggjarpolitikk.
Rógvi á Rógvu
Valeni hjá Tjóðveldi