Gott val – kvinnur og menn
2020-11-10 09:14
Valstríðið er um at verða av.
Valevnini hava foldað seg út og vónandi hevur veljarin eina fatan av hvørja kós
vit skulu hava næstu fýra árini.
Hvørja løtu fari eg at leggja
pennin frá mær. Eg vóni, at veljarin er komin til ta niðurstøðu, at her er
talan um ein góðan, ábyrgdarfullan og rættvísan persón, ið vil øllum væl – men
eisini hevur neyðuga dirvi at taka tungar avgerðir. Ein, ið er góður við
Havnina og útjaðaran. Ein, ið hevur tær røttu hugsjónirnar.
Í hesum valstríðnum havi eg lagt
dent á kjarnu-uppgávurnar í eini kommunu. Skattgjaldarans peningur skal, við
skilagóðum loysnum, nýtast til børn og ung, eldri og so skulu veitingar sum
renovatión, vatnveiting, streymveiting, vegir, gøtu og ljos raðfestast
frammalaga. Borgarar við serligum tørvi, og avvarðandi, hava uppiborið serliga
hjálp.
Eg dugi eisini at síggja týdnigin
av sjálvbodna arbeiðinum og trivnaði, sum heild, hjá øllum borgarum í
kommununi.
Nú fari eg at vóna, at tvt øll fáa ein hugnaligan og
spennandi valdag.
Takk!
Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið
í Havn