Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Frítíðartilboð eru avgerandi fyri familjurnar

2022-08-08 10:17

Áðrenn summarferiuna stóðu 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð, sambært Almannaverkinum. Nú vil Eyðgunn Samuelsen hava eina dagføring frá landsstýrismanninum.

Er nakað hent á økinum? Hvussu nógv børn standa enn á bíðilista?

Frítíðartilboð eru sera týdningarmikil fyri familjuna og barnið. Um tey ikki eru tøk, so gongur tað út yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman við øðrum javnlíkum.

Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði fyri at vera heima hjá barninum.

Frítíðartilboðið gevur møguleikar til foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, at liva eitt vanligt og virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn.

Les fyrispurningin her: www.logting.fo/documents/53365

Javnaðarflokkurin