Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Fríkort til borgarar í Tórshavnar kommunu - hini gjalda

2020-10-15 12:14
Kommunalpolitikkur - 

Sum skattaborgari í Tórshavnar kommunu haldi eg, at tað er ein sera góð loysn, at borgarar kunnu nýta Bussleiðina ókeypis, og tað skulu vit, borgarar búgvandi í Tórshavnar kommunu, framhaldandi hava møguleika til.

Bussleiðin lættir um ferðsluna runt um í býnum og er hon eisini við til at gera høvuðsstað okkara eitt vet grønari.

Hinvegin, so meti eg tað ikki vera rímiligt, at skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu skal gjalda fyri útlendingar og onnur, ið ikki hoyra til í kommununi, fyri at nýta Bussleiðina.

Ferðavinnan skal vera ein vinna, eisini fyri hýruvognsvinnuna í kommununi, tí hongur tað ikki saman, at ferðafólk kunnu koyra frítt við okkara bussum, heldur enn at stuðla hýruvognsførarunum.

Sama er galdandi fyri brúkaran, sum ikki býr í kommununi, hesin eigur at gjalda fyri at koyra við Bussleiðini, og tað eiga vit at seta í verk.

Hetta kann skipast soleiðis, at ferðafólk og fólk, ið vitja kommununa, kunnu ogna sær dagskort, vikukort, mánaðarkort ella árskort.

Allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava eitt fríkort til Bussleiðina.

Eg ynski somuleiðis, at tey, ið nýta Bussleiðina fáa eitt bussskýli ella líknandi, har tað er møguligt. Hetta hevur stóran týdning fyri tryggleikan hjá børnum og vaksnum.

Hesum omanfyri nevnda fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur í býráðið.

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN