Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyskur fótbóltur bløðir

2019-10-18 12:42

Venjarafelag Føroyar (VFF) ynskir við hesum tíðindaskrivi at seta fokus á fótbólts-kappingina í vaksnu deildunum í Føroyum. Er verandi kappingarleistur nøktandi, í mun til menning av føroyskum leikarum? Er talið og skipanin av liðum í bestu- og næstbestu deildunum hóskandi?

Tað at bara eitt lið flutti upp úr 1. Deild í fjørð og tað at sannlíkt onki lið flytur upp í ár meta vit í VFF er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.

Í 1988 var besta deildin hjá monnum í Føroyum víðkað úr 8 liðum upp í 10 lið. Og í 2005 var dystartalið hækkað úr 18 upp í 27 dystir í landskappingini. Gaman í hava ikki allir dystir verið líka spennandi og harvið gevandi fyri bæði liðini, men økta dystartalið og longda kappingartíðin hevur givið fleiri leikarum betri kropsligan førleika.

Broytingarnar í kappingini í 1988 og í 2005, metir VFF, hava haft positiv árin á føroyskan fótbólt, og framgongdin hevur verið eyðsýnd.

Karmarnir til at íðka fótbólt eru betraðir munandi seinnu árini. Graslíkisvallir, stór og góð innandura venjingarhølir og umklæðingarrúm, betri vallar ljós o.a. eru at finna nærum allastaðni, men eru fleiri sum íðka fótbólt í dag, í mun til fyri 10-20 árum síðani? Staðfestast kann, at feløgini eru færri nú og harvið eru færri lið í vaksnu deildunum, og tað heldur VFF, verða eina keðiliga gongd.

Í løtuni er kappingin í næst bestu deildini hjá monnum mest millum feløg, sum hava lið í bestu deildini, og harvið lið, sum ikki kunnu flyta upp. Og tey feløg, sum hava sítt fremsta lið í næstbestu deildini, hava ikki neyðuga góðskuna til at kappast um uppflyting.

Ein avleiðing av hesum, metir VFF, er, at tey fremstu liðini í bestu deildini, hava breiðan leikarahóp, og harvið eru leikarar, sum eftir okkara áskoðan, høvdu havt betur av at spælt við besta liði í øðrum felagi. Tí tá tú leikar við næstbesta liði, er ikki sama fokus á úrslit og samansetingin av leikarum er ofta óheppin.

Hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at menningin av leikarum í Føroyum ikki er optimal. VFF heldur, at eitt veruligt kjak eigur at verða um, hvussu vit skipa okkara fremstu deildir í fótbólti. Í løtuni er ivasamt, um menningin gongur rættan vegin.

Vit kenna øll argumentini, at jú fleiri vit eru sum leika fótbólt, jú fleiri evnaligir leikarar koma burturúr og harvið hækkar støði í landskappingin og á landsliðum. Men hetta nýtist ikki at verða so, tað kann verða meira avgerandi í hvørjum umhvørvið og á hvørjum fremsta liði, tú luttekur í, heldur enn at luttaka á næstbesta liði.

Á kvinnusíðuni í løtuni, er avbjóðingin at fáa fleiri at leika fótbólt. VFF metir, at tá talið av leikarum/feløgum er økt og harvið fleiri møguleikar fyri skipan av kappingin, tá er grundarlag fyri kjakið um, hvussu deildirnar á kvinnusíðuni skulu verða skipaðar frameftir.

VFF vónar, at fótbólts-Føroyar tekur væl ímóti hesum tíðindaskrivið og ynskir at føra eitt gott og uppbyggjandi kjak um evni.

Nevndin í Venjarafelag Føroya