Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar mugu mótmæla, stuðlið Catalonia!

2019-10-17 08:25

Spania er ein av okkara stóru útflutningsmarknaðum og Catalonia er vorið eitt sera væl umtókt ferðamál hjá føroyingum. Spania er eitt áhugavert og gott land, men tíðanverri við einum nú sitandi sera harðrendum stýri, sum ikki vil góðtaka ynskið hjá Catalonia um sjálvstýri hóast demokratiskur meiriluti er fyri hesum.

Catalonia biðjur ídag um alheims hjálp við at mótmæla yvirfyri Sponsku Stjórnini at 9 ósekir, fongslaðir catalanskir politikarar hava fingið næstan 100 ára fongulsdómar. Hesir dómar eru eitt óhoyrt brot á øll mannarættindi.

Eg heiti á nýggja uttanríkisráðharra okkara, Jenis av Rana, um Føroya vegna at senda mótmæli til sponsku stjórnina. Føroyar eru ein kristin tjóð, vit byggja á tey kristnu virðini og vit hava skyldu at verja tey sum eru fyri órætti og átala har sum órættur verður framdur.

Hóast Føroyar eru lítlar á altjóða pallum so hava vit eina rødd og moralskan rætt at mótmæla tá ósek fólk verða tveitt í fongsul.

Íslendarar sýndu dirvi tá teir á sinni lótu Bobby Fisher búseta seg í Íslandi. Latum okkum sýna sama dirvi og bjóða Puigdemont politiskt friðskjól í Føroyum.

Johan Mortensen