Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fólkaatkvøðan í 1946 - Ein keðilig støða fyri øll

2022-09-19 13:37

Fólkaatkvøðan í 1946 um samband ella loysing, var ein keðilig støða fyri øll.

Fólk vistu ikki hvat í tey atkvøddu um. Tey vistu heldur ikki, um fólkaatkvøðan var bindandi, ella um fólkaatkvøðan var vegleiðandi.

Tá ið avtornaði, vísti tað seg, at 33% ynsktu at loysa, meðan 32% ynsktu Samband.

Tvs, at 1% í meiriluta, skuldi taka eina so stóra avgerð, sum at loysa okkum úr ríkisfelagsskapinum.

Tá ið Chr tann 10, eftir ynski úr Føroyum, koyrdi løgtingið til hús, var tað eitt øgiligt uppstandilsi.

Men sambært Kristiani Djurhuus, tingmanni fyri sambandsflokkin, eisini ein øgilig frøi, fyri teir populistisku tingmenn, sum høvdu skapt allan hurlivasan.

Teir andaðu lættan, og fingu sær ein dupultan Whisky.

Einasti av teimum, sum møtti, tá ið tingið kom samanaftur var Jákupstovumaðurin.

Hann meinti spurningin um loysing av erligum hjarta.

So tað var ein syndarlig støða fyri hann

Nú kundi undanstøkkingarnir bakka útaftur, og geva dønum skyldina.

Men Chr tann 10 gjørdi bara tað sum er mannagongdin, tá ið stórar avgerðir skulu takast.

Stórar avgerðir sum t.d. at broyta grundlógina.

Grundlógina broytir man við at Fólkatingið samtykkir broytingarnar í Grundlógini.

So verður fólkatingið sent til hús.

Tað nýggja fólkatingið samtykkir so júst somu broytingarnar í Grundlógini.

Og so verður málið sent út til fólkaatkvøðu.

Og tá skal vallutøkan vera minst 40% av øllum teimum sum hava valrætt.

Chr tann 10 brúkti bara hesa demokratisku mannagongdina.

Og tá ið nývalda løgtingið kom saman, var tað slett ikki meiriluti fyri loysing.

Ergo: Higartil hevur ongantíð verið ein veruligur meiriluti fyri loysing.

FÓLKAATKVØÐAN 1946

17.624 høvdu valrætt. 5.656 valdu loysing. 100/17.624*5.656 =32,85% av teimum sum høvdu valrætt, valdu loysing.

Til beinleiðis samanberingar.

ÍSLENDSKA Fólkaatkvøðan í 1944

Treytin har var, at minst 2/3 skuldi atkvøða fyri.

Luttøkan har var 98,4%, 99,5 % ja, og bert 0,5 % nei.