Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fleskið í Fótbóltssambandinum!

2022-04-17 08:25

Ár eftir ár venja sjálvboðin fólk við áhuga, dugnaskapi og ágrýtni, lið eftir lið í smærru fótbóltsfeløgunum kring landið.

Tey venja okkara komandi bestudeildarleikarar og landsliðsleikarar hjá kvinnum og monnum.

Eg eri ein teirra, sum í áravís í regni, vindi og sól, havi tuskað, vegleitt og rópt á fótbóltsvøllinum. Og ómetaliga nógv av tykkum, eru í júst somu støðu.

Vit gera tað av egnari gleði um tað góða spælið, og fyri at gleða og eggja børnunum til succes og felagsskap, og fyri felags málinum at menna føroyskan fórbólt, og at menna Føroyar.

Tað var eisini tí vit stríddust eitt virðismikið stríð fyri at fáa Føroyum limaskap í FIFA og UEFA á sinni.

Tað eydnaðist, tó at nógv av teimum sum sita á fleskinum í dag, aldrinn høvdu fingið, og als ikki ynsktu at fáa føroyskan fótbólt, har hann er í dag.

Aftur til felags málið fyri føroyskan fótbólt. Tí júst her haldi eg at bólturin er farin av vøllinum.

Tí meðan ommur og abbar, mammur og pápar, stríðast fyri gerandislívinum hjá fótbóltsfeløgunum við bingo og tombolabaking, og foreldrini stríðast við at finna pengar til ævigu útskiftingina av dýru gaggunum, so tykist tað sum fleskið livir feitt í sjálvum FSF.

Fyrisitingin og ferðingin er at síggja til so stór, eisini fyri tey sum ikki eru primeru persónarnir, leikararnir, at sjálvt polittiska skipanin bliknar til samanberingar.

Eg taldi 24 starvsfólk á heimasíðuni. Veit ikki um tað eru øll sum eru á lønarlistanum, ella um øll eru lønt, men eg veit at tey allar fæstu sum venja børn frá 7-15 ára aldur, sjáldan fáa ein klink fyri avrikið.

Til samanberingar hevur løgtingsumsitingin eini 13-14 fólk í starvi.

Her er nógv sum als ikki ruggar rætt. Tað er eisini týðiligt at nógvir persónar ganga aftur í ymiskum samanhangum, og at netini sum eru spunnin fyri at tryggja kabalirnar, ikki eru til gagns fyri teir ungu spælararnar.

Venjarar, sum droyma um at venja eitt størri felag, vera settir í mennarastørv, og royna harvið at skapa sær sambond, við at velja teir “røttu” leikararnar til landsliðini.

Minnist serliga væl at vit B71'arar sjáldan fingu landsliðboð á ungdómsárunum, tó at vit nøkur ár seinni smurdu teir av, sum vóru fastur fúsir tá ungdómslandsliðini vóru úttikin.

Tað at ungdómsleikarar stríðast sítt dýra stríð fyri at sleppa gjøgnum nálareygað, við vón um at dygd, hugburður, og arbeiðssemi tryggja tær atgongumerkið, er eftirhondini ein illusión, tí skipanin er keypt.

Og at frávalið er so ómenniskjaligt og ópedagokiskt, at tú bert stendur ónevndur á einum lista, uttan orð ella ei, hoyrir ikki nútíðarhugsan til. Her skuldi sjálvandi verið ein frágreiðing um hvat er at betra, arbeiða við, og hvørji útlitini eru fyri framtíðar úttøku.

Heimurin er ikki fullfíggjaður, og als ikki rættvísur, men FSF hevur sum kveikjari, og sum samskipari av góðum fótbóltstilfeingi nógv at læra.

Høvuðstreytin er at fleskið flytir fokus, møguliga flytir seg sjálvt, so at menningin av breiddini, føroysku fótbóltsfeløgunum sum stovnaðu FSF, aftur fær fyrsta plássið í felagsskapinum.

Páll á Reynatúgvu
Fótbóltsspælari