Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðafólk fáa óneyðug og órættvís serrættindi.

2020-07-12 22:58

Í mong ár hevur ein skipan við toll- og avgjaldsfríari sølu verið á flogvøllinum og umborð á skipum, sum koma til Føroya.

Fólk tránýta hetta (sum vera man). Keypa so nógv, sum tey kunnu, og um tey ikki sjálvi drekka ella roykja, keypa tey til vinir og kenningar. Fólk á landi, sum ikki ferðast, kanska tí at tey ikki hava ráð, noyðast at gjalda fullan kostnað.

 Hetta er, hvussu víkir og vendir, órættvíst, kappingaravlagandi og eitt stórt hol í fyribyrgingarskipanini á heilsuøkinum, sum hevur til endamáls at tálma nýtlsuni av hesum ósunnu "luksusvørum"; júst við at halda eitt høgt prísstøði. Vit mugu hava í huga, at tað koma vanliga fleiri hundraðtúsund ferðafólk til Føroya um árið, og sølufeløgini, sum eiga hesa tax-free skipan, hava millióna yvirskot.

Mítt uppskot er, at hendan skipanin verður steðgað sum skjótast. Tann meirinntøkan, sum landskassin fær, tá ferðafólk gjalda sama prís, sum vanligir skattaborgarar, kundi verið brúkt til at korona-testa ferðafólkið fyri.