Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fakfeløgini mugu inn í tann politiska boksiringin

2022-05-02 12:50

Føroyar verða latnar privatpersónum sum ogn. Vit hava kós móti stættasamfelagnum, har tað loysir seg betur at eiga enn at arbeiða. Skal gongdin vendast, mugu fakfeløgini inn í tann politiska kampin

(Røða á Vaglinum í Havn 1. mai 2022).

Góðu limir í Havnar Arbeiðarafelag og øðrum fakfeløgum, góðu tit, sum eru her - og øll tit, sum lurta kring landið.

”Russian warship – go fxxx yourself”.

Tað er enska umsetingin av teimum kendu boðunum, sum ein ukrainskur vaktarmaður á Slanguoynni í Svartahavinum gav russiska herskipinum Moskva tann 24. februar í ár – altso tann dagin, Russland leyp á Ukraina.

Tað var ikki nøkur vøkur heilsan at geva gestinum. Men tað var heldur ikki nakar hugnaligur gestur at fáa.

Beint áðrenn hevði skipið givið tey boð, at tey 100 fólkini á oynni máttu yvirgeva seg – annars bleiv oyggin tikin.

Oyggin bleiv tikin. Men svarið, sum russiski skiparin fekk, tá hann setti fram sítt ultimatum, gjørdist ímyndin av tí ukrainska stríðsviljanum.

Tey flestu væntaðu, at Russland fór at taka Ukraina eftir fáum døgum. Men hóast øgiligar oyðileggingar, hóast nógv eru dripin og fjórði hvør er rikin frá húsi og heimi, so nokta tey at geva upp.

Tað var sjón fyri søgn 13. apríl, tá hetta sama herskipið, Moskva, bleiv rakt av tveimum ukrainskum missilum – og sakk. Í dundrinum frá spreingingunum hoyrdist ekkó’ið frá eini fjarari rødd, sum segði: ”Go fxxx yourself”.

Kríggið í Ukraina er ein ræðulig vanlukka. Fyrst og fremst fyri Ukraina og tess fólk. Men eisini fyri teir neyðars russisku soldatarnar - hesar pápar, synir og hjúnarfelagar - sum eru endaðir sum deyðans sendiboð. Tað er ein vanlukka fyri Russland. Fyri Europa. Fyri allan heimin.

Men at síggja ta treisku ukrainsku mótstøðuna, offurviljan, samanhaldið; at síggja fólk sum ikki bara vilja stríðast fyri síni sak, men doyggja fyri hana – tað hevur rúnarbundið okkum øll.

At síggja fólk, sum standa andlit til andlits við upploysn og deyða, lærir okkum at síggja virðið í lívinum. At síggja fólk, hvørs lívskor verða sorað, lærir okkum at virðismeta tey kor, vit hava.

Og tað minnir okkum á, at tey eru ikki komin av sær sjálvum.

Eftir at vit einki álopskríggj høvdu havt í Europa í 77 ár, vóru vit farin at halda, at vit vóru immun mótvegis sovorðnum. At tað hoyrdi til í eini primitivari fortíð. At einki hótti okkum.

Nú skilja vit, at tað, vit hava arvað, má verjast, skulu vit ikki missa tað.

Og hóttanin byrjar ikki við bumbum. Hon kemur stillisliga sníkjandi. Sum tá vit skera tvær flísar av tí turra tjógnum í dag og tvær í morgin inntil tað bara hongur ein nakin, hvítur leggur á naglanum í hjallinum.

Tað er trupult at skilja avleiðingar av broytingum, sum henda so líðandi.

Putin avtekur talufrælsi hjá sínum fólki. Jaja. Tað er bara ein flís av kjøtinum. Tað er tað eisini, tá hann fongslar og eitrar politisk mótstøðufólk. Og bumbar Tjetjenia niður. Og fer í kríggj í Georgia. Og tekur maktina í Hvítarusslandi og setir eina dukku hjá sær sjálvum stýra. Og tekur Krim-hálvoynna. Og sendir 100.000 hermenn at kringseta Ukraina. Jaja, siga vit. Tað eru alt bara flísar.

Inntil 24. februar í ár, tá tað fór at regna við bumbum í Ukraina, og fimm milliónir europearar máttu flýggja úr sínum egna landi.

Øll blivu kløkk - men tey mannaskaptu snarljós, sum sóust á luftini ta náttina, komu ikki av klárum himli.

Vit venja okkum so líðandi við at síggja myrk skýggj á luftini. Vit eru sum froskurin, sum verður settur niður í eina grýtu við køldum vatni, og ikki gevur sær far um at hitin økist – til tað er ov seint og hann loypist og doyr.

Kríggið lærir okkum, at spírar av ókrúti mugu takast, meðan teir eru smáir. Og at skal frælsi og fólkaræði ikki enda sum ein lítil parentes í heimssøguni, so má tað verjast - meðan tað kann verjast.

Money is power

At verja vunnin rættindi snýr seg ikki bara um tann yvirskipaða bardagan millum demokrati og diktatur. Tað snýr seg eisini um rættindi hjá fólki, sum búgva í frælsum londum. Tað snýr seg eisini um rættindi hjá limunum í føroyskum fakfeløgum.

"Money is power". Soleiðis plagdi hann at taka til, legendan Karl hjá Talis, sum var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í eina fjórðingsøld.

Pengar eru vald. Og stríðið hjá fakfeløgunum snýr seg um bæði.

Endamálið er, at tey, sum ikki eiga nógv hvør sær, fáa vald við at standa saman.

Men hvat skal valdið brúkast til?

Tað er tað, fólk geva boð uppá í sínum talum 1. mai.

Summi halda, at fakfeløgini bara skulu fokusera uppá løn, arbeiðstíðir og -umstøður. Onnur brúka 1. mai haldini til at banna kapitalismuna niður og norður. Uppaftur onnur royna at spenna valdið hjá fakfeløgunum fyri sín egna dreym um loysing.

Men hetta valdið er tykkara.

Eingin annar enn tit kann gera av, hvat tað skal brúkast til. Og so slett ikki ein vælbjargaður politikari sum eg.

Nøkur ráð

Men tá mín góði vinur Hans Joensen bað meg siga nøkur orð í dag, fari eg kortini at loyva mær at koma við nøkrum ráðum, sum tit kunnu taka til tykkum – ella lata vera.

Heilt yvirskipað er kapitalisman ikki nøkur ring skipan. Tann búskaparligi arbeiðshesturin, sum vit kalla kapitalisman, hevur lyft milliónir av fólki úr fátækradømi.

Í teimum londum, har hesturin er dripin - har tað fría initiativið og marknaðurin eru heilt yvirtikin av politiskari stýring - er tað endað í vanlukku.

Men sleppa vit teymunum á hestinum og lata hann gartera sum hann vil, verður hann eitt brótaraross. Tá skapar hann ríkidømi til tey, sum eiga hann - men traðkar á ta stóru fjøldina.

Vit skulu hava sterkar privatar fyritøkur. Tann, sum hevur hugskot og dirvi og árræði skal kunna royna seg á fría marknaðinum, og fáa vinning, um tað eydnast.

Men tit mugu tryggja, at tykkara limir, sum í veruleikanum skapa virðini, fáa sín rættvísa part.

Og tí málinum - tað er mín høvuðsboðskapur í dag - tí málinum náa tit ikki bara gjøgnum lønarsamráðingar.

Tit mugu taka teymarnar á tí kapitalistiska hestinum og stýra honum soleiðis, at hann arbeiðir fyri øll. Tit mugu av álvara inn á tann politiska pallin.

Bara at fokusera uppá lønina er sum at oysa ein bát, sum lekur.

Eg skal nevna nøkur dømi um lekar.

Bústaðir

Fyri bara 20 árum síðani kundi ein arbeiðsmaður ella kvinna í Havn ogna sær ein góðan bústað í sínum heimbýi. Og tað skuldi bara mangla. Sjálvandi skal mann kunna búgva, har mann livir og virkar.

Men tað kann mann ikki longur – vissi mann ikki arvar ein bústað. Prísirnir eru líðandi hækkaðir so nógv, at tann, sum livir av eini vanligari arbeiðaraløn, ikki kann vera við longur.

Tey, sum skapa lívið í býnum – tey, sum røkja vegirnar, sum standa í handlunum, sum stoypa bygningarnar, sum taka sær av børnum og gomlum – tey kunnu ikki festa búgv her sjálv.

Orsøkin er manglandi politisk stýring. Meðan íbúðarmarknaðirnir aðrastaðni eru reguleraðir, so er tað í Føroyum marknaðarkongurin, sum stýrir næstan einsamallur.

Tað politiska valið er einfalt:

Skal endamálið vera, at tann lág- ella miðallønti skal kunna ogna sær ein rímiligan bústað at búgva í – fyri kostprís? Ella skal endamálið vera, at onkur annar skal kunna ogna sær nógvar bústaðir at spekulera við – fyri langt yvir kostprís?

Tit mugu inn í tann kampin. Tí tað er líkamikið – tað er fullkomiliga líka mikið – um tit fáa tvær krónur upp á tímalønina, vissi tit kortini enda sum lívslangir trælir hjá bankunum, tí tit mugu betala tvær milliónir ov nógv fyri tykkara bústað.

Hækkingin í lønini verður etin upp av politiskum atgerðarloysi.

Ein spíri til at ein íbúðarmarknað, har endamálið ikki er profittur til tey fáu, men heim til tey nógvu, er stovnurin Bústaðir.

Og stríðið um Bústaðir er eitt klassiskt stríð millum høgra og vinstra. Millum tey fáu og tey nógvu.

Tit vita, hvør áðrenn síðsta val segði, at Bústaðir ikki loysa trupulleikarnar á íbúðarmarknaðinum, men at Bústaður eru trupulleikin.

Tit vita, hvør síðani steðgaði øllum virksemi hjá hesum stovni, og næstan avhøvdaði hann. Og tit vita, hvør síðani lat hann liva víðari sum ein skerdan fugl, sum ikki sleppur at virka sjálvstøðugt.

Hetta er ein politiskur kampur, sum snýr seg um tykkara fortreytir í lívinum.

Vissi tit vilja røkja tykkara áhugamál, mugu tit inn í henda kampin.

Eingin vil avtaka privata marknaðin. Men tá tað kostar nógv meir at búgva í Havn enn tað kostar at búgva mitt í Wien, so má marknaðurin hava eitt mótspæl.

Havsins tilfeingi

Stutt eftir valið í 2019 bleiv ein stórur partur av landsins felags ogn reelt privatiserað. Tað vóru ikki limir í Havnar Arbeiðarafelag, sum fingu tillutaðar kvotur og fiskirættindi fyri milliardir – antin til at fiska, ella til at selja víðari til onkran annan at fiska.

Samstundis sum virðini vóru útlutað, var tilfeingisgjaldið lækkað.

So stór virði eru flutt frá felagsskapinum til privat feløg, at tey nú keypa seg inn í alt møguligt annað enn teirra kjarnuvirki. Tað er jú mark fyri, hvussu nógv mann kann investera í sítt egna kapitalapparat.

Samstundis bløðir landskassin. Hóast vit hava stórt útflutningsvirðið og einki arbeiðsloysi, so hevur felagskassin undirskot.

Og tit vita, hvør verður raktur, tá rákið vendir.

Tit vita, hvør er mest viðbrekin. Tað eru tit.

Hvør verður til dømis raktur, nú prísurin á gerandisvørurum hækkar?

Eg skal heilsa og siga, at fyri fólk á ovastu rók hevur tað ongan týdning, um breyðið og mjólkin kosta 10 krónur meir ella minni.

Tað hevur tað hjá tykkum. Men við einum tómum landskassa verður trupult hjá myndugleikunum at lætta um hjá tykkum. Við einum tómum landskassa verður eisini trupult at seta alment byggjarí í gongd, tá arbeiðsloysið aftur rakar. Og tað verður altso tykkum, tað rakar.

Tí hevur útlutingin av felags virðum týdning fyri tykkum. Nógv størri týdning, enn um tit fáa eina krónu eyka upp á tímalønina ella ikki.

Tí mugu tit eisini inn í henda kampin, vissi tit vilja tykkum sjálvum væl.

Fjøllini

Eftir at havið er privatiserað, stendur jørðin fyri.

Tað hevur aldrin verið nakar ivi um, at fyri tað um bøndur hava síni festi og sín seyð, so eiga vit øll Skæling og Slættaratind og Halgafelli. Føroya fjøll hava aldrin verið roknað sum privat ogn.

Tá vit syngja at ”Hetta landið er mítt / hetta landið er títt / sum tað liggur í havi so fagurt og frítt / her er heimið hjá mær / her er heimið hjá tær.” Ja – so kenna vit í barminum, at tað er satt. Landið ER títt og mítt, og vit hava altíð kunna ferðast frítt í fjørðu og haga.

Men eisini her er ein sníkjandi broyting á veg.

Okkurt gjaldsportur er komið upp – og tað sleppur at standa. Tað vinnur hevd. Fólk venja seg við tað, sum froskurin í grýtuni. Eitt kann koma afturat. Og so eitt afturat. Og politiski myndugleikin ger einki.

Úrslitið kann gerast, at føroyingar í fleiri og fleiri støðum skulu rinda fyri at vitja sína egnu náttúru. At fjøll og strendur verða privatiserað, júst sum havsins tilfeingi er privatiserað. At teir vøkru, heilsugóðu fjallatúrarnir hjá so nógvum føroyingum verða ... ein handilsvøra.

At meðan summi eiga eina grasplenu ella eina eplaveltu ella eitt rótakál, ja, so eru onnur, sum eiga eitt fjall. At sangurin um hetta landi, sum bæði er títt og mítt, verður um eina farna tíð.

Og tað verða ikki limirnir í Havnar Arbeiðarafelag, sum fara at eiga fjøll og fjøru, sum teir kunna selja øðrum atgongd til.

Nei, tað verða, sum altíð, tit sum standa uttanfyri portrið. Tit, sum mugu rinda.

At arbeiða – og at eiga

Tit eru froskurin í grýtuni. Og vatnið hitnar av øllum møguligum orsøkum.

Tykkara rættindi eru tjógvið í hjallinum – og tað eru nógv, sum ganga inn at skera sær ein bita burturav.

Tit fara aldrin at eiga nakran fjør ella nakra fiskikvotu ella nakað fjall ella nakran íbúðarbokk at leiga út ella selja.

Tit fara bara at eiga tykkara arbeiðsmegi at koma á marknaðin við, og jú meira Føroyar verða privatiseraðar, jú minni verður tann arbeiðsmegin verd í mun til alt hitt.

Vita tit hví? Tí tað loysir seg betur at eiga enn at arbeiða. Tykkara arbeiðsmegi veksur ikki nær námind líka skjótt í virði sum kvotur og hús og vindur og fjøll og partabrøv. Ein, sum eigur uttan at arbeiða, tjenar nógv meir enn tit, sum arbeiða uttan at eiga.

Og tit fara aldrin at kunna samráða tykkum til eina so høga løn, at hon stendur mát við hækkandi virðini á ognunum hjá teimum á ovastu rók.

Í 2008 fingu amerikanskir bankar 700 milliardir dollarar í stuðli frá statinum. Síðani hevur eitt prosent av fólkinum fingið yvir 90 % av landsins búskaparvøkstri í sín lut.

Tey, sum fingu, vóru tey, sum eiga.

Og tá tað í einum samfelag loysir seg betri at eiga enn at arbeiða, hava vit kós móti tí sundurbýtta samfelagnum. Stættasamfelagnum. Tað er ein kavabóltur, sum rullar skjótari og skjótari. Og jú longur hann rullar, jú longur fara limirnir í Havnar Arbeiðarafelag og øðrum feløgum at glíða afturum.

Tit hava styrki

Sjálvandi mugu tit taka tann konstanta kampin um lønina. Men fokusera tit bara upp á hana, eru tit sum maðurin, ið spardi skillingin, men læt dálan rulla.

Tit kundu, um tit brúktu tykkara styrki, gjørt stóran mun í kampinum fyri meira rættvísum strukturum í samfelagnum.

Fyri at steðga privatiseringini av felagsogn. Fyri rættvísari býti av havsins ríkidømi. Fyri at taka ein størri part av sethúsamarknaðinum úr kjaftinum á marknaðarkreftunum, so endamálið verður heim og ikki profittur. Fyri einum meira rættvísum skattastiga. Fyri at land og kommunur sýna størri ábyrgd í nýtsluni av tykkara skattakrónum. Eg giti, at tit fáa eyga á nógv alment oyðsl, um tit hyggja tykkum um. Og tað eru altso tykkara pengar, sum verða oyðslaðir.

Tí mugu mugu tit inn i tann politiska boksiringin. Og tit hava stóra styrki at koma við.

Eg meini so við:

Hvat hevði hent, um allir føroyskir advokatar ella grannskoðarar ella prestar høvdu farið í verkfall?

Hvat hevði hent, um allar Sendistovur Føroya fóru í verkfall?

Hvat hevði hent, um nevndarlimirnir í øllum okkara størstu privatu og almennu feløgum høvdu farið í verkfall?

Hvat hevði hent, um allir føroyskir politikarar fóru í verkfall.

Eg skal siga tykkum, hvat hevði hent. Einki hevði hent. Tað hevði ið hvussu er gingið ógviliga long tíð, til nakar fekk ilt av tí.

Men um arbeiðsfólk í ali- fiski- og byggivinnuni, krambafólk, sjúkrasystrar, heilsuhjálparar og pedagogar fóru í verkfall í morgin – ja, so steðgaðu Føroyar upp í morgin.

Tykkara innsatsur er púra avgerandi – og tað er tað, sum kann geva tykkum vald. Ikki bara til at krevja hægri løn, men eisini til at ávirka teir avgerandi strukturarnar í samfelagnum.

Lætt er tað ikki. Men tann, sum heldur at tað ikki ber til, skal hyggja til Ukraina. Moralurin haðani er, at tey, sum standa saman og vita hvat tey vilja, tey klára næstan alt.

So tá onkur fer í hjallin at skera sær enn eina flís av tykkara kjøti, so kundu tit givið somu boð, sum skiparin á krígsskipinum Moskva fekk, tá hann kravdi, at fólkið á Slanguoynni skuldi geva seg yvir.

Takk fyri.