
Fær barn títt røttu avbjóðingina?
2012-09-18 00:23
Fólkaskúlin eigur at vera eitt stað, har barnið fær avbjóðingar, nemur sær vitan og kunnleika og verður stimbrað í kreativu evnunum. Skúlin er støðið undir samfelagnum og leggur lunnar undir framtíðar lívi og lærdómi hjá hvørjum einstøkum.
Kreativa frálæran gevur barninum succesupplivingar
og sjálvsálit, eins og hon gevur barninum hugflog, nýhugsan og dirvi til at
úttrykkja seg á ein náttúrligan hátt. Kreativa frálæran ger tað stuttligt at
læra og gevur upplivingar.
Tann kreativa frálæran setur menning í brennidepilin.
Ítøkilig
átøk.
Lat okkum ikki vera bangin fyri at ganga nýggjar
leiðir, sum kunnu vera við til at gera ein so góðan skúla sum til ber.
Skúlarnir kundu profilerað seg hvør sær, eitt nú við
tónleiki, list og kreativum tilgongdum, við serligari kostskipan til børnini,
við rørslu, ítrótti, við serligari námsfrøði o.s.fr.
Á henda hátt fingu vit eitt meira fjølbroytt
skúlatilboð, sum ger størri gagn av teimum ymisku læraraførleikum sum eru,
og eisini í størri mun fær eggjað næmingin at taka lut í lærdómi.
Hetta krevur ikki meira pening. Hetta krevur øðrvísi hugburð.
Fólkaskúlarnir í dag eiga í størri mun at hava
visjónir um skúla og menning.
Frískúlin í Havn hevur eina hugsjón
við undirvísingini, og praktiserar hesa hugsjón heilt ítøkiliga.
Slíkar visjónir høvdu ført okkum tættari at einum
samfelagi, við fleiri og meiri fjølbroyttum førleikum, við einum fjølbroyttum vinnulívi
og við einum blómandi mentanarlívi.
Tónleikur og list
eru ein týðandi partur av
okkara tilveru, tey fortelja okkum um okkara samtíð og um okkara søgu, og tey
eru við til at geva lívinum innihald. Listin fylgir okkum alt lívið og livir
langt eftir at vit eru farin.
Vit eru øll fødd
grundleggjandi kreativ og vit eiga at menna hesi evni. Heimurin hevði ikki
verið so framkomin hann er í dag, um menniskjan ikki var kreativ og nýskapandi
og hevði áhuga fyri gransking og nýskapan.
Vit eiga at seta størri
fokus á listina í samfelagnum og serliga í skúlunum tí list er gagnlig og við
til at menna hesar førleikar.
Tað átti at verið øllum í boðið at nema sær
undirvísing í tónleiki, men tíverri er tað langt frá so. Sum nú er verða børn skrivað
inn á Musikkskúlan tá tey verða fødd, men nógv av teimum standa enn á bíðilista
tá tey eru hálvvaksin og sostatt eru tað nógv børn sum ongantíð fáa møguleikan
at læra at spæla eitt ljóðføri.
Tey síðstu árini eg havi arbeitt á Musikkskúlanum,
hevur læraraflokkurin verið í minking. Játtanin til Musikkskúlan er fastfryst
til 2017 og hevur verið tann sama í nógv ár. Hetta førir sjálvandi við sær at
næmingatalið fer sama veg.
Hetta má broytast.
Rógvi á Rógvu