Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eysturoyartunnilin

2021-02-16 22:27

 Eysturoyartunnilin! 

Nú hesin tunnilin hevur verið í brúk í gott og væl 1 mánað. So er nokk øllum  greitt, at hettar er  ein økonomisk gøla! 

Havi sjálvur gjørt  túr ígjøgnum hendan so avbera væl úr hondum greidda tunli. 

Men má ásanna, at rokningin fyri túrin áljóðandi 350 kr, ikki var nakað eg hevði roknað við. 

Sjálvt við einum sokallaðum haldi, er kostnaðurin fyri ein persónbil aftur og fram 150 kr. eisini ov høgur! 

Haldi, at tað er heilt órímiligt, at tað skal vera 200 kr á muni, um ein hevur hald ella ikki. Annars er prísurin 175,00x2 pr túr alt ov illa upplýstur. 

Fyri eitt húsarhald har bæði arbeiða í Havn, til ymiskar tíðir, vil kostnaðurin blíva 2 x 3000 kr = 6000 kr. pr. mánað. 

Eysturoyartunnilin er ein rundkoyring inn í Eysturoynna. 

Tað er ikki neyðugt at verða nakað matematiskt geni, fyri at duga at síggja, at fólk velja hesa útreiðslu frá, tá alternativið  so at siga, er kostnaðarleyst. 

Alt hettar  ljóðar margháttligt, tá man áðrenn arbeiði uppá tunnilin varð byrja, læs síðu upp og síðu  niður um, hvussu avbera gott hettar roknistykkið var.  

Neyvan fanst nakar, sum ikki hálovaði hesum yvirskotinum, sum hesin tunnilin skuldi geva. 

Ikki skuldi hann bara fíggja seg sjálvan, men eisini sandoyartunnilin. 

Duga vit føroyingar ikki at rokna, ella var roknistykkið manupulera til yvirskot, so at alt og øll skuldu bíta á húkin? 

Eitt er neyvan nakar ivi um,  er lítil áhugi at koyra í eysturoyartunnlinum á hægstu vetrartíð, so verður hann minni á sumri, tá fólk heldur velja at koyra í okkara vøkru fríu náttúru. 

 

Ein ónøgdur borgari 

Mouldi