Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Erhard Joensen spyr um mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku

2022-04-26 10:19

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður

Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Mótrokning í fólkapensjón av arbeiðsinntøku

Spurningur:

1. Hvussu stórar vóru árligu upphæddirnar í 2020 og 2021, sum vórðu mótroknaðar í fólkapensjónini ella viðbótini vegna arbeiðsinntøku?

Viðmerkingar:

Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd, sum er líka fyri øll og einari viðbót. Í verandi løtu er grundupphæddin 3.589 kr. um mánaðin fyri støk og 2.733 kr. fyri gift. Fyri støk er verandi viðbót í mesta lagi 3.771 kr. um mánaðin, fyri gift 3.031 kr.

Grundupphæddin er skattafrí. Viðbótin er skattskyldug og minkar eisini, um tú hevur aðra inntøku, eitt nú arbeiðsinntøku, leiguinntøku, inntøku frá partabrøvum o.ø. Eisini verður mótroknað í brennistuðlinum. Tá egininntøkan fer upp um 45.000 kr. árliga byrjar mótrokning í viðbótini. Hetta verður gjørt soleiðis, at viðbótin lækkar 20-25% av upphæddini, ið egininntøkan er upp um 45.000 kr. árliga. Mótrokning heldur fram til viðbótin er uppi.

Pensjonistafrádráttur er árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar. Frádrátturin er upp til 6.000 krónur í løtuni.

Sostatt er tað møguligt hjá fólkapensjónistum at hava við síðuna av fólkapensjónini ávísa arbeiðsinntøku, uttan at henda verður skattað o.a.

Endamálið við hesari skipan er at eggja teimum pensjónistum, sum er førir fyri tí, at hava eitt hóskandi arbeiði, serliga nú arbeiðsloysið er lágt og tørvur er á arbeiðsmegi.

Tað politiskt áhugaverda er m.a., hvørja ávirkan hetta hevur á arbeiðsmarknaðin, hvussu nógv taka av møguleikanum, og um t.d. ein avtøka av mótrokningini hevði havt við sær, at pensjónistar høvdu viljað ella ynskt at arbeitt enn fleiri tímar, enn teir gera í løtuni, bæði teir, sum longu hava eitt arbeiði og teir, sum ikki hava eitt arbeiði. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 26. apríl 2022
Erhard Joensen