Er vaksandi barnatalið ein dáragerð Gunnvør?

2019-10-10 22:07

Fyrst vildu vit hava fólkavøkstur og fleiri ungar barnafamiljur. Fleiri átøk vórðu sett í verk, og gongdin vendist. Hetta áttu vit øll at verið ovurfegin um. Men vaksandi barnatalið sær nú út til at vera ein trupulleiki hjá samgonguni í Tórshavnar býráð, sum skýrir systkinafrádráttin hjá undanfarnu býráðssamgongu eina dáragerð.

Barnafamiljurnar hjartaslátturin í kommununi

Forkvinnan í mentamálanevndini Gunnvør Balle loypur á undanfarnu býráðssamgongu og skipanina við systkinaavsláttri. Orsøkin man helst vera, at hon møtir mótstøðu í royndini at yvirstýra dagstovnunum í kommununi við at seta 5 ella 6 eindarleiðarar á Vaglinum. Hon sigur í tíðindasending í síðstu viku, at tað var ein dáragerð, at undanfarna býráðssamgonga skipaði soleiðis fyri, at ein barnafamilja í Havn einans skal rinda fyri eitt barn, hóast henda sama familja hevur tvey ella trý børn í skipanini.

Systkinaavslátturin hevur drigið barnafamiljur í hópatali til kommununa, og systkinafrádrátturin hevur lætt munandi um hjá barnafamiljum, sum eru tey, sum hava tað tyngst fíggjarliga. Harafturat minkaði trýstið á játtanini til fíggjarlig frípláss. Skipanin kostaði nakrar fáar milliónir krónur. Men eg ivist ikki í, at tað er júst henda skipan, sum hevur skundað undir ta fantastisku gongd, at barnafamiljurnar nú aftur fjølgast í Tórhavnar Kommunu. Og tað er sjálvur hjartaslátturin í kommununi. Men nei sigur forkvinnan í Mentamálanevndini, nú er tað vøksturin í smábarnatalinum í Tórshavnar Kommunu, sum tað er galið við. Tað var júst endamálið, at fáa fleiri barnafamiljur og fleiri børn at velja Havnina. Fíggingin av systkinavsláttrinum skuldi ikki finnast við at minka um játtanina til starvsfólk og námsfrøði inni á stovninum.

Kommunan skal metast eftir, hvussu børnini trívast

Um tað er filosofiin hjá sitandi býráðssamgongu, at systkinnaavslátturin skal fíggjast av pedagogtímum ella starvsfólkatímum á dagstovnunum, so hava tey misskilt okkurt grundleggjandi.

Dagstovnaøkið kostar í dag 140 milliónir – so neyvan er tað systkinaavslátturin sum slær botnin undan skipanini.

Vit duga ikki at síggja, at tað skal vera eitt endamál í sjálvum sær, at foreldrini skulu betala meira, og at tað skal vera ein fyritreyt fyri, at bøta um viðurskiftini á dagstovnaøkinum at hækka foreldragjaldið. Tey rinda sum er bæði gjald og skatt. Meirinntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu hava hesi seinastu fýra árini verið 250 milliónir. So tað skuldi verið gaman í at skipað dagstovnaøkið, so at bæði starvsfólk og børn trívast. Og vit í andstøðuni eru til eina og hvørja tíð til reiðar at hittast við samgonguna um, hvussu tað kann gerast. Átøk eru neyðug til tess at tryggja trivnað í dagstovnunum í Havn. Tað skal ikki standa á – tí kommunan skal metast eftir hvussu børnini trívast her.

Eg hoyri ongan finnast at fólkaskúlanum, at hann ikki er nóg góður, tí at foreldrini ikki rinda skúlagjald fyri síni børn. Sjálvandi ikki – tí at dagstovnaøkið og fólkaskúlaøkið eru fremstu kjarnuøkini at verja og røkja í einum vælferðarsamfelag. Og soleiðis skal tað vera, og tey átøk vilja vit í andstøðuni fegin vera við til at fremja og lyfta.

Helena Dam á Neystabø, Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin