Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt sterkt fólkaræði tørvar sterkar miðlar

2021-03-23 07:01

Eftirhondini er tað lítið, ið kann takast fyri givið. Miðlalandsslagið er broytt nógv tey seinastu árini, samskiftistøknin er beinleiðis kollvelt, og hvat er satt og falskt hevur ongantíð verið so ógreitt sum í dag, hóast at kalla øll heimsins vitan er savnað í okkara buksulumma.

Fjølmiðlakommissjónin handaði í juli 2011 tásitandi landsstýriskvinnuni í mentamálum álitið "Betri miðlar - álit um føroyskar miðlar". Í tí álitinum eru fleiri áhugaverd hugskot um, hvussu vit kunnu betra um miðlarnar í Føroyum. Men 10 ár seinni er ringt at bera eyga á, hvat politiska skipanin hevur gjørt fyri at implementera hesi átøkini, ið skuldu styrkja um miðlarnar í Føroyum.

Talgilda kollveltingin og vitanarsamfelagið skuldi vera garantur fyri, at vit fingu ein meira upplýstan heim. At hava alla tøka vitan í heiminum í buksulummanum er sanniliga ein kollvelting fyri okkum øll. Men kunnleiki og upplýsing er ikki altíð tað sama sum vitan og sannleiki. Vit liva í eini avbjóðandi og polariseraðari tíð við falstíðindum, alternativum sannroyndum og sjálvkendum sannleikum. Spindoktarar leggja narrativið til rættis, lesarabrøv við grovum ákærum og uppáhaldum standa at lesa í tíðindarenslinum uttan avsendara, og tíðindaskriv frá fyritøkum og flokkum fara óviðgjørd út á teimum ymsu portalunum til fjøldina at sodna meira ella minni rátt. Tí er tað meira neyðugt enn nakrantíð við sterkum miðlum, gjøllari viðgerð og førleikan til at meta um, taka fyrivarni, skilja samanhangir og bakgrund, viðurkenna óvissu og skilja, at heimurin, og alt í honum, er torgreiddur, og alt annað enn svartur og hvítur.

Til tess at lyfta hetta krevst, at samfelagið – og politiska skipanin – virðismetir og raðfestir verandi og komandi miðlar, ið virka og fara at virka í samfelagnum. Men politikarar hava ikki serliga stóran áhuga í at styrkja tað, ið viðhvørt kallast “fjórða stjórnarvaldið”, tí miðlarnar eru ofta teir, sum varpa ljós á avgerðunum, ið politikarar taka og sum spyrja valdshavarar – bæði í politiska umhvørvinum og vinnulívinum – teir keðiligu spurningarnir.

Spurdur um hvørt listin skal bjóða av, fáa borgaran at hugsa kritiskt, víðka tann mentanarliga sjónarringin, og bjóða vanahugsan av, svaraði sitandi mentamálaráðharri, Jenis av Rana, ið eisini hevur miðlarnar um hendi, í sendingini Nón tann 29. januar 2021:

“Tað er eitt orð sum mær ikki dámar í hasari bukettini hjá tær, og tað er “kritiskt”, tí kritikkur er so negativt.”

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur altso ein trupulleika við orðinum “kritiskt”, tí tað er so neiligt. Tað eru bara tvær møguligar niðurstøður, ið kunnu gerast útfrá hesum útsagninum. Antin er tað so, at landsstýrismaðurin ikki kennir týdningin av orðinum, ella er tað so, at landsstýrismaðurin veit hvat orðið merkir, men hóvar tí illa allíkaval. At tað ikki er gott við “kritiskari list”.

Og grundað á øðrum útsøgnum hjá formanni Miðfloksins ígjøgnum ár og dag, mann tað vera nakað tað sama galdandi, tá ið tað kemur til kritiskan journalistikk. Tað eru í besta føri sera óhepnar útsagnir, sum eg vóni at landsstýrismaðurin ætlar sær at taka aftur.

Í løtuni er eitt orðaskifti um miðlastuðulin, ið undanfarna samgonga samtykti, við tí fyri eyga at styrkja um miðlarnar í Føroyum. Stuðulin hevði til endamál at styrkja um Føroysku miðlarnar, menn mann kann av røttum seta spurnartekin við, um miðlastuðulin hevur tænt sítt endamál. Tað hevur verið ført fram av summum miðlum, at stuðulin bert er farin til størri rakstrarkostnaðir, í høvuðsheitum útberingargjald, ið eru hækkað meira enn einaferð seinastu árini. Tað er undir ongum umstøðum í lagið, at eitt alment partafelag ber seg soleiðis at uttan víðari. Har má onkur taka um endan.

Miðlastuðulin er síðani vorðið eitt ávíst inntøkugrundarlag hjá summum miðlum í dag, og eg haldi ikki at tað er eitt gott hugskot, at hála teppið undan hjá teimum frá degi til dags.

Hetta lógaruppskotið flytur stuðulin frá at vera ein rakstrarstuðul, til at vera ein verkætlanarstuðul. Eg bjóði tí meira enn vælkomið, at vit hava ein grunn til verkætlanir, ið kunnu fjøltátta útboðið av miðlatilfarið í Føroyum. Tað er nógv potentiali í tí.

Men eg haldi ikki at tað er rímiligt at umskipa verandi stuðul til verkætlanarstuðul, og so slett ikki bara uttan víðari, og uttan at taka atlit til teir ávirkaðu partarnir. Fyri tað fyrsta eru tað sera nógvar praktiskar avbjóðingar við verandi uppskoti, og mann kann seta spurnartekin við, um miðlarnir eru áhugaðir í ella yvirhøvur fara at megna at søkja og brúka stuðulin til nakað munagott. Grønland innførdi eina líknandi skipan, men tað kom ongin umsókn inn.

Fyri tað næsta sær tað út til at ein almenn nevnd skal kunna taka dagar ímillum, hvat er gott fjølmiðlatilfarð, og hvat ikki er, og skal lata fíggjarligan stuðul hareftir. Tað haldi eg ikki er gott fyri pressufrælsi, at ritstjórnarrætturin verður fluttur til eina almenna nevnd, sum skal virka sum yvirredaktión.

Yvirskipað mangla vit ein framskygdan miðlapolitikk. Tað er í áhuganum hjá fólkaræðinum og samfelagnum sum heild, at vit hava eina góða, føra og sterka pressu, sum kann spyrja teir óbehagiligu spurningarnir. Sum kunnu halda okkum her á tingi til svars.

Verandi pulja á tvær milliónir munar ikki fyri nakra, og ger onki her ella har í sjálvum sær. Tað hevur víst seg at verið so, og fer framhaldandi at vera so. Um har yvirhøvur skal vera ein miðlastuðul, so skal tað vera ein, sum kann flyta nakað. Menna yrkið, styrkja vinnuna og betra um góðskuna. Stuðulsskipanir til miðlar eru ikki eitt fremmant hugtak í okkara grannalondum, og í Føroyum, har grundarlagið frammanundan er veikt, er nógv lættari at grundgeva fyri miðlastuðulsskipanir. Ein framskygdur politikkur á økinum hevði verið ein upphædd, ið var væl størri, og sum var býttur út eftir einum heilt øðrum leisti – ella fleiri.

Fekk mann eina upphædd, ið munaði, kundu miðlarnir sett útbúgvin starvsfólk, ið hækka góðskuna á verandi tilfarið, ella víðka um virksemi, ið longu er. Tað er umráðandi, at tað er ein armslongd millum politisku skipanina og miðlarnar, men tað skal heldur ikki fara beint í kassan hjá Posta, ella aðrar útreiðslupostar. Lata vit pengar úr landskassanum, er tað tí at vit ynskja eitt hægri støði, bæði so og so.

Vit áttu at havt bæði rakstrarstuðul og verkætlanarstuðul, soleiðis at tað bar til at fáa fleiri útbúgvin fjølmiðlafólk í tað føroyska miðlalandsslagið at arbeitt. Vit áttu at havt eina føroyska journalistútbúgving, soleiðis at fleiri fakfólk við hollari vitan innan fjølmiðlaarbeiði og góðum fjølmiðlasiði styrktu um tann føroyska fjølmiðlaheimin.

Vit mangla av álvara ein framskygdan politikk, hvørjum miðlum viðvíkur. Kanska partvís tí at ein veik pressa kann viðhvørt vera til gagns fyri okkum politikarar, og partvís tí at vit eru øgiliga bangin fyri at stuðla virksemi við almennum pengum, ið ikki altíð kann bera seg sjálvt. Men vit hava sett okkum mál í øðrum vinnum, eitt nú ferðavinnu og maritima vinnu, um samlaði ársverk og umsetning. Hví ikki hava eina visjón fyri at hava eitt sterkt privat og alment miðlalandslag, øllum fólkinum til gagns?

Vit halda ofta aftur við at stuðla, og ofta er tað væl grundað. Men í hesum førinum eru tað onnur ting, ið illa kunnu gerast upp í pengum, ið hava týdning. Eitt intakt og upplýst fólkaræði, eitt alment orðaskifti á høgum støði, ein kritisk pressa og saklig viðgerð av samfelagsviðurskiftum.

Hetta uppskotið hevur nógv ivamál, og nógvar ókendar avleiðingar. Eg haldi at vit mugu taka hetta úr

røttum enda, og tryggja okkum at vit ikki geva nakran ein óneyðugan smeit, men at vit eisini tryggja okkum, at politikkurin røkkur tí hægra endamálinum, ið er at tryggja eina sterka og virkisføra pressu, ið er ein samfelagskritisk funktión fyri okkara fólkaræði.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður