Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt Fróðskaparsetur á altjóða støði?

2019-10-30 14:17

Seinastu dagarnar hevur kjak verið í miðlunum um væntandi góðsku í læraraútbúgvingini. Ein lesandi á námsvísindadeildini hevur skrivað eitt lesarabræv um avbjóðingar, ið tey lesandi møta, við ikki at hava greiðar skeiðslýsingar og gjøgnumskygni í útbúgvingini.

Ymisk lesandi á námsvísindadeildini hava vent sær til okkum og kenna seg aftur í støðuni, sum verður lýst í lesarabrævinum.

Skeiðslýsingar eru av sera stórum týdningi, og seta tær rammurnar fyri, hvørjar akademiskar førleikar og vitan, ein lesandi ognar sær á útbúgving síni. Eisini er tað, at hava innlit í síni egnu útbúgving tryggleikaskapandi, og tað gerst lættari at tilrættisleggja sín lestur. Bolognatilgongdin, sum er tann ramman, ið flestu vesturlond fylgja innan sína skipan av hægri útbúgving, vísir eisini á, at skeiðslýsingar eru grundleggjandi neyðugar, um ein skal kunna tryggja góðskuna av eini útbúgving.

Á ymisku deildunum hava lestrarráðini ein týðandi leiklut í góðkenning av skeiðslýsingunum, men á læraraskúlanum er einki lestrarráð, sum gevur viðmerkingar til dekanin. Hetta er í beinleiðis andsøgn við reglugerðina hjá Fróðskaparsetur Føroya, §5 stk. 4, sum sigur, at dekanur hevur ábyrd av, at eitt lestrarráð verður sett. Hetta fyri at tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing.

Støðan á læraraskúlanum vísur á ein størri trupulleika á øllum Fróðskaparsetrinum. Í lógini um Fróðskaparsetur Føroyar er ásett, at skipast skal fyri innanhýsis góðskutrygging, men hóast lógin bleiv broytt fyri 7 árum síðani, er lítið hent síðani hon bleiv samtykt, og enn er eingin mannagongd ella reglugerð, um hvussu hetta skal setast í verk.

Í viðmerkingum til lógina hevur Mentamálaráðið sagt, at innanhýsis góðskutrygging skal vera í samsvar við altjóða reglugerð (ESG). Mentamálaráðið hevur havt sum endamál, at tað skal gerast møguligt at samanbera støðið á Fróðskaparsetrinum við støðið í grannalondum okkara og restin av Europa.

Sum lesandi eru vit bundin av, at okkara útbúgving verður viðurkend aðrastaðni, og at vit kunnu vísa á, at góðskan er í lagi. Vandi er fyri, at lesandi við føroyskum prógvi ikki vera javnmett við onnur, bæði tá tey søkja inn á onnur universitet, men eisini av framtíðar arbeiðsgevarum. Tað má staðfestast, at góðskan av útbúgvingini er íordan. Tí er altumráðandi at hesi viðurskiftu eru tryggjaði.

Nýggjur rektari er komin, ið vísur stóran áhuga í at raðfesta trivnað og góðsku á Setrinum, og hevur lagt stóran dent á at seta hetta á dagsskránna. Hetta eru vit sera fegin um, og gleða okkum at síggja, hvat úrslitið verður, serliga viðvíkjandi einari gjøgnumhugsaðari góðskutrygging, sum er í tráð við ESG.

Umframt at Setrið raðfestir hetta, er tað eisini sera positivt at síggja, at tað er politiskur vilji, nú tá góðskutrygging og Bolognatilgongdin er blivið raðfest í samgonguskjalinum.

Ráð Teirra Lesandi vónar, at fígging verður sett av til tess, at fremja hesa ætlan, og at tryggja eitt moderna og nýmótans Fróðskaparsetur.

Ráð Teirra Lesandi