Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Aloevera.fo einki við Forever Living at gera

2020-12-12 00:08

Seinnapartin hósdagin var ein útvarpsdokumentarur um skandinavisku Aloe Vera-fyritøkuna, Forever Living, sum hevur fingið hundraðtals føroyskar kvinnur at selja fyri seg, sendur í Kringvarpi Føroya. Í hesum sambandi vórðu vørurnar hjá fyritøkuni Aloevera.fo nevndar, hóast hvørki fyritøkan ella vørurnar hava nakað sum helst hevur við Forever Living at gera.

Tað eri eg, Guðrun Johansen, sum eigi fyritøkuna Aloevera.fo, ið hvørki hevur nakað at gera við Forever Living ella við “Multi-level marketing”-skipanina at gera, og einki virksemi hevur yvirhøvur, ið bara so mikið sum minnir um pyramiduspæl.

Aloevera.fo hevur 23 ár á baki í Føroyum, og fyritøkan er skipað soleiðis, at eg havi sáttmála við Dr. Melumad um tær vælumtøktu nátturuvørurnar, ið verða framleiddar í Ísrael. Tað merkir, at tað als ikki ber til at fáa fatur á hesum vørum í Føroyum, uttan ígjøgnum meg. Og eg havi heldur ikki loyvi at selja vørur til onnur lond, tá ið eitt annað umboðsfólk fyri Dr. Melumad er í tí landinum.

Sjálv havi eg fullan ræðisrætt á míni fyritøku, sum ikki verður rikin eftir “Multi-level marketing”-skipanini, men sum ein vanlig sølufyritøka og heilsøla, og so havi eg nøkur sølufólk kring landið. Fólk kunnu hvønn dag koma at keypa frá mær, og eisini eru vørurnar at fáa í tveimum handlum í Føroyum, so hjá Aloevera.fo fer einki fram við fleiri liðum, sum tá ið talan er um “Multi-level marketing”-skipanina.

Aloevera.fo kann als ikki samanberast við Forever Living, tí arbeitt verður ikki á sama hátt, og eingin av mínum seljarum hevur øll hesi árini mist so mikið sum eina krónu, tí tað ber snøgt sagt ikki til. Tvørturímóti liggi eg inni við míni egnu goymslu av vørum, og – sum so nógvir aðrir handlar í Føroyum – havi eg einkarrætt upp á vørurnar, eg selji.

Júst tí er tað hugstoytt og harmiligt, at Kringvarp Føroya velur at blanda mítt vørumerki upp í ein eina dokumentarsending, ið snýr seg um nakað heilt annað og einki hevur við mína fyritøku ella vørur at gera.

Hetta havi eg átalað mótvegis Kringvarpi Føroya og vertinum, Finni Koba, og tíbetur er tað brotið síðani klipt úr sendingini, havi eg fingið at vitað. Men av tí at mong hósdagin hoyrdu sendingina í fullari longd, so ringt ljós longu er varpað á mína fyritøku og mínar vørur, kenni eg meg noydda at koma við hesi rættleiðing.


Vónandi fara tey í Kringvarpi Føroya at hugsa seg betur um í framtíðini, tá ið slíkar sendingar verða gjørdar, so onnur ósek ikki verða drigin upp í sendingar um ivasom viðurskifti, soleiðis sum eg kendi tað, at eg og mín fyritøka varð tað hesaferð.

Guðrun Johansen
Aloevera.fo
umboð fyri Dr. Melumad í Føroyum