Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ein sannur missur hjá komandi ættarliðum!

2021-07-02 15:08

Var niðurstøðan hjá okkum báðum, Niels G Andersen DTU Aqua, tá vit prátaðu um ætlanana at avtaka føroyska ælabogasílið.

Hann tók soleiðis til..:

”Ved at slå den særlige færøske regnbueørredstamme ned går man direkte ind i børneværelset og frarøver fremtidige generationer i hele verden muligheden for at forske i og udnytte den særlige genetiske ressource, som ved et halvt århundredes mutationer er opstået på Færøerne”.

Niels er ein av teimum vit í akvakulturhøpi samstarvaðu við hjá Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, har tey júst vóru farin undir at gera danska ælabogasílið sjódygt til aling.

Vit í Føroyum havur við undirskrivt bundið okkum til altjóða sáttmálar, m.a. Riosáttmálan um at varðveita lívfrøðiligt margfeldi. Harumframt hava almennu Føroyar saman við hinum norðurlondunum samtykt og skrivað undir uppá viðtøkur um tað sama. Hetta gongur beint ímóti avgerðini hjá Vinnumálaráðnum um at avtaku føroysku sílastammuna. Eru so øll fagurlatnu orðini í skáltalunum bert lótir frá føroyskari síðu fyri at tekkjast hinum norðurlondunum og fyrigykla teimum, at Føroyar liva upp til sínar altjóða skyldur? Og skyldurnar eru ikki smávegis. Minnast skal á, at altjóða sáttmálar binda tjóðirnar til at seta innihaldið í verk í lokalari lóggávu, og at sjálvt uttan at tað verður gjørt, er innihaldið í altjóða sáttmálum bindandi og gongur fram um nationala lóggávu. Tað merkir, at tað sum føroyska tjóðin er í ferð við, við at avtaka ælabogasílini, er beinleiðis og grovt brot á altjóða lóg.

Ælabogasílini hava verið í Føroyum í fram ímóti líka nógvum ættarliðum, sum fólkið í Føroyum sjálvt í dag. Tá ein húsdýrastovnur uttan áhaldandi innflutning av nýggjum arvatilfari hevur verið í einum landi í so nógv ættarlið, sum talan er um við føroysku ælabogasílunum, er eingin ivi um, at tey eru ein serstakur føroyskur stovnur, sum landsstýrið hevur skyldu til at verja og varðveita.

Mótstøðuføri
Tá donsk ælabogasíl fyri yvir 50 árum síðani vórðu avskipað til Føroya, vórðu tey sera móttakilig fyri ymsum akvatiskum sjúkum. Av onkrari orsøk hava ælabogasílini í Føroyum, við úrvali og sannlíkt nógvum mutatiónum, ment seg til at vera eitt serstakt slag. Í Danmark verður meginparturin av ælabogasílunum alt í vatni, onkrastaðni tó í brakvatni. Danska stjórnin hevur tó tikið avgerð um at avtaka brakkvatnsalingina, vegna dálking í innaru donsku farvøtnunum í Eystrasalti. Í Føroyum varð longu fyri 50 árum síðani farið at ala í sjógvi. Við hjálp frá millum øðrum føroyska fólkatingsliminum Edmundi Joensen, setti Júst í Túni pelar niður tætt við landi í Sundalagnum og hongdi nótir á hesum, so sílini gingu í nótahyljum við sjógvi har, seinni í posum og aftur seinni í teimum aliringum, sum vit kenna í dag.

Tað mest serstaka við sjálvstøðuga stovninum av føroyskum ælabogasílum er, at tey sýnast at verða blivin so sjáldsama mótstøðufør. Tað vórðu tey slettis ikki, tá tey frá Dansk Forsøgsdambrug í Brøns í Danmark blivu send til Føroyar, og tað sæst ikki aðrasteðs í heiminum. Í Stórabretlandi, Danmark og longri suðuri á evropeiska meginlandinum stríðast alarar, veterinerar og granskarar við, at stovnarnir av ælabogasílum har framvegis eru sera viðkvamir fyri óteljandi alisjúkum; eitt nú BKD, sum sera nógv hevur verið av í føroyskari aling, serliga fram til og við ILA-kreppuna eftir aldarskiftið, men sum ikki er funnið hjá ælabogasílum. Tað er heilt sjáldsamt og kundi bent á heilt serligar hendingar.

Í Danmark tykist alingin av ælabogasílum at vera komið til eitt vegamót, har neyðugt er at fáa nýtt, mótstøðuført tilfar inn í ælabogasílini, ella at kunna staðfesta, hvar á arvastregjunum serliga mótstøðuførið er at finna, og hvussu tað virkar. Hetta kunnu føroysku ælabogasílini hjálpa til við at lýsa.

Tað er ikki nóg mikið við sili frá hannum. Vit mugu hava arvafeingi frá báðum kynum. Ein partur av mótstøðuførinum kann eisini vera tengt at serliga DNA’num, sum bara er í kvenndýrinum og arvast í móðurlegg. Hetta missa vit møguleikan til, um vit ikki fáa hendur á kvennfiskum ella rognum frá hesum.

Arvafeingið hjá ymiskum fiskasløgum er so mikið líkt, og serliga millum laksafiskasløg, sum ælabogasíl eru partur av. Mest sannlíkt hevði tað borið til at staðfest mutatiónir fyri mótstøðuføri í laksi og helst eisini øðrum alifiskasløgum, við vitan frá føroyskum ælabogasílum. Við vitan frá føroysku ælabogasílunum ber til at staðfesta, hvar genini, sum stýra mótstøðuføri eru, og hvussu tey starva, og á miðvísan hátt at skipa framtíðar kynbótaarbeiði.

At føroyska tjóðin er so óumhugsin, at hon bara avtekur henda sjáldsama føroyska stovnin av ælabogasílum er ikki bara brot á altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru bundnar av, og tí eisini á altjóða lóg, men ein meinbogið ímóti framtíðar ættarliðum um allan heim, ein meinbogi sum frátekur teimum møguleikarnar fyri at granska í og gagnnýta hetta serliga arvafeingið.

Jákup Johansen á Lag