Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Eg ynski eina ADHD/ADD/autismu ábyrdarfulla kommunu!

2020-10-26 20:52

Tá illgruni er um diagnosu, skal serligt fakfólk beinanvegin á banan og hond skal takast um familjuna.

-Soleiðis geva vit børnunum bestu fortreytir at mennast og læra í einum umhvørvi, ið møtir teimum. Eisini lætta vit um hjá foreldrum, avvarandi og starvsfólkunum á stovnum og skúla.
Umleið 5% av børnum hava ADHD/ADD og 1% hava autismu, tí er manglandi ella alt ov sein útgreinan, nakað flest øll starvsfólk innan barnaøkið kenna.

Tað eru námsfrøðingar í starvi hjá kommununi, sum hava stóru uppgávuna at siga frá, tá børn ikki mennast aldurssvarandi, og tá tey tiltøkini teir seta ígongd ikki hjálpa barninum nóg mikið.
Námsfrøðingarnir senda fyrst boð til Barna & ungdómsdeildina (B&U).

B&U kemur við sínum sernámsfrøðiligu amboðum og møguliga verða nakrir eyka tímar settir inn.
Hevur barnið ADHD/ADD ella autismu, so vil hettar átakið ikki hjálpa.

Tí talan er um menningarólag, sum krevja útgreinan á psykiatriini.

Ein diagnosa ger, at børnini fáa viðgerð frá heilsuverkinum og/ella serligu familjuráðgevingini “ta góðu tilgongdina” frá Almannaverkið (familjur við ADHD fara í næstum eisini at fáa tilboðið bjóðað sigst).
Umframt tað, so krevja diagnosirnar serliga ADHD- ella autismusernámsfrøði á stovninum! Hettar skal kommunan tryggja, at barnið fær.

- Nú gongur so tíðin á stovninum og námsfrøðingarnir verða frustreraðir, tí átøkini og amboðini teir hava fingið frá B&U rigga ikki.

Tí verður sent boð til Sernám.

Sernám kemur at eygleiða og ráðgevur aftur um sernámsfrøðilig átøk, sum longu frustreaðu námsfrøðingingarnir aftur skula íverkseta.

Hevur barnið diagnosu, so fer hettar heldur ikki at hjálpa. Ístaðin gongur enn longri tíð til barnið fær røttu hjálpina.

Margreth Olsen, stjóri á Sernám hevur ítøkiliga sagt, at tað er ikki teirra uppgáva at senda børn til útgreining á psykiatriini, og tí endar bólturin aftur hjá námsfrøðinginum, sum saman við foreldrunum í fleiri førum hava bíðað í fleiri ár eftir røttu hjálpini.

Men hon kemur ikki.

Ábyrgdin liggur í dag hjá foreldrunum. Tað eru tey, sum skula fara til kommunulæknan at biðja um ávísing út á psykiatriina.

Veruleikin er tó, at flest foreldur halda, at skipanin tekur hond um tey, um nakað serligt er á vási.
-Men soleiðis er IKKI. Tí fáa fækstu børn neyðugu hjálpina tíðliga í dag.

Avleiðingin er, at menningin og trivnaðurin hjá barninum versnar.

Sum arbeiðsgevari fær kommunan strongdar og kleimdar námsfrøðingar, tí teir fáa ikki givið barninum rætta tilboðið, og tað gongur út yvir hann sjálvan, barnið og hini børnini.

Foreldrini eru eisini rættiliga frustreraði og vita ikki síni livandi ráð.

Verið eg vald, fari eg at arbeiða fyri at ein heilt greið og skjót mannagongd verður gjørd, soleiðis at børnini ikki detta ímillum skipaninar hjá landi og kommunu.

Til tá, so skal Barna og Ungdómsdeildin traðka inn við serkønum fólki beinanvegin, og taka hond um barn og foreldur á ein góðan og virðiligan hátt.

Skal hettar nú eisini verða uppgávan hjá kommununi?

- Ja sjálvandi! - Tórshavnar kommuna tekur hond síni starvsfólk, børn og familjur sum tørva.
Hesar diagnosurnar hava tað til felags, at jú fyrr børnini fáa diagnosina og røttu hjálpina tess betri eru útlitini fyri at gerast lívsglaðir og sjálvbjarnir borgarar við útbúgving og starvi.

Tórshavnar kommuna skal verða ein kommuna sum tryggjar, at øll skula kunna mennast og læra eftir teirra egnu fortreytum.