Eftirlýsing eftir fulltíðarstørvum
2021-02-12 14:46
Í Degi og Viku í gjárkvøldið 11.02 var eitt sera áhugavert innslag um at arbeiða fulla tíð heldur enn niðursetta tíð í heilsu- og umsorganarstørvum.
Í Heilsurøktarafelagnum eru vit samd í tí, sum varð borið fram í innslagnum um, at tað má bera til at skipa arbeiðsmarknaðin og arbeiðið hjá heilsustarvsfólki á ein slíkan hátt, at tað fer at bera til at arbeiða fulla tíð.
Verður arbeiðsmarknaðurin á økinum innrættaður á ein skilabetri hátt, so minkar tað um høga arbeiðstrýstið og tann belastningin, sum nú er í arbeiðinum og fer at gera, at vit kunnu sleppa undan núverðandi støðu, har har fólk í meðal arbeiða minni enn 30 tímar um vikuna, sum sagt varð í innslagnum.
So sleppa vit eisini undan teimum neiligu avleiðingunum, tað hevur á fíggjarstøðuna hjá limum okkara, og sum fylgir teimum inn í eftirlønaraldurin, so leingi sum niðursett tíð er normurin á økinum.
Rakul í Gerðinum,
forkvinna í Heilsurøktarafelagnum