Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Dagstovnaøkið skal uppnormerast

2020-10-14 13:17
Kommunalpolitikkur - 

Tað skal vera gott at vera barn í Tórshavnar Kommunu.

Vit skulu alla tíðina menna dagstovnaøkið optimalt. Ein fortreyt er, at børn og starvsfólk trívast og hava ein góðan og mennandi dagligdag.

Vit hava góðar dagstovnar og starvsfólk í okkara kommunu, men eg vil uppraðfesta og økja normeringina á hvørjum stovni sær við einari tvey-sifraðari millióna upphædd, fyri at gera okkara dagstovnaøkið tað besta í landinum.

Meira pedagogtímar til hvønn stovn sær “beinleiðis út á gólvið” og ikki til økta umsiting.

Tað er leiðin til betri trivnað á hvørjum stovni sær, til frama fyri børn og starvsfólk okkara.

Vit hava tað økonomiska grundalagið - tað er bara ein spurningur um politiska raðfesting.

Allar familjur tráða eftir at trívast í dagligdegnum - ein fortreyt er, at okkara dagstovnaøkið alla tíðina er í menning, fyri at uppnáa tann optimala trivnaðin til børn og foreldur í dagliga gerandisresinum.

Tað skal blíva betri at verða pedagogur og hjálparfólk á teimun kommunalu barnagørðum og vøggustovum í Tórshavnar kommunu. Tí eg vil økja normeringina á hvørjum stovni sær fyri, at menna tann pedagogiska førleikan optimalt til frama fyri barnafamiljuna.

Eindarleiðslan skal eftirmetast og um neyðugt avtakast, um hon ikki gagnar dagstovnaøkinum.

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN