Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Brennistøðin skal verða verandi í Tórshavnar Kommunu

2020-10-17 08:17

Brennistøðin skal verða verandi í Tórshavnar Kommunu


Brennistøðin skal verða verandi í Tórshavnar kommunu. Tað er umráðandi tí, at brennistøðin er høvðusveitarin av fjarhita hjá nógvum húsarhaldum í kommununi. Ein samanlegging av KOB og IRF leggur upp til, at Tórshavnar kommuna einans kann fáa ein stýrislim í felagnum - Sum samstundis merkir, at kommunan kemur at missa ein stóran part av ræðisrættinum av hvussu burturkast skal handfarast í kommununi. 

Tað er sera umráðandi, at kommunan varðveitir ræðisrættin á hvussu burturkasti skal handfarast, og at brennistøðin verður verandi í Havn, tí tá verður tryggjað, at borgarinir í kommununi fáa bestu tænastuna. 


Tó kann kommunan innleiða eitt tættari samstarv við IRF, har eitt nú IRF kann sleppa at burturbeina í Havn. Eisini er tað avgerandi, at varveita størvini, sum brennistøðin førir við sær, tí tað dagliga starvast nógv dugnalig fólk innan hetta økið, og tí metið eg tað vera okkara skylda at verja hesi arbeiðsplássini - við at framhalandi hava okkara egnu brennistøð, har kommunan hevur fullan ræðisrætt staðsett í Tórshavnar kommunu. 


X við Kára Johansen Listi C Javnaðarflokkurin