
Bogi Andreasen setur Jóhan Dahl fyrispurningum barsilsskipanina
2012-10-08 16:16
Fyrispurningur um møguligar broytingar í Barsilsskipanini, settur Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, (at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a)
1.
Hevur
landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanir um broytingar í Barsilsskipanini?
2.
Hvørja
støðu hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum til, at útgjaldið frá Barsilsskipanini
eigur at leingjast úr hálvum ári upp í eitt ár?
3.
Heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, at ein
leingjan av útgjaldinum frá Barsilsskipanini úr hálvum ári upp í eitt ár kann
verða eitt stig á leiðini at steðga fólkaflytingini úr Føroyum?
Viðmerkingar
Í Føroyum fæst bert útgjald úr Barsilsskipanini í umleið hálvt ár, tó at rætturin til foreldrafarloyvi er eitt ár. Fleiri ítøkilig uppskot hava verið frammi um at leingja barsilsútgjaldið. Føroyska Barsilsskipanin er afturúrsigld, sammett við skipanirnar í Danmark, Svøríki og Noregi, tá talan er um útgjald.
Í Danmark fáa foreldur útgjald úr skipanini í 52 vikur. Í Noregi ber til at velja fult útgjald til barnsburðarfarloyvi í 46 vikur ella 80 prosent av fullum útgjaldi í 56 vikur.
Í Svøríki hava foreldur rætt til barnsburðarfarloyvi í tilsamans 480 dagar við útgaldi.
Skipanirnar í hesum grannalondum okkara eru sostatt búskaparliga tryggari fyri foreldur enn føroyska skipanin. Hendan sannroynd elvir helst til, at ungir føroyingar, sum útbúgva seg ella arbeiða í Danmark, Svøríki ella Noregi, aftra seg at flyta heimaftur. Samstundis er tað lokkandi hjá ungum føroyingum at búseta seg í eitt nú Danmark, har útgaldstíðarskeiðið frá barsilsskipanin er tvífalt so langt sum í Føroyum.
Hesi ójøvnu viðurskifti millum Føroyar og okkara grannalond eru ivaleyst við til at minka fólkatalið í Føroyum.
Á Løgtingi, 5. oktober 2012
Bogi Andreasen