Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Betri bústaðarmøguleikar til okkara ungu í Tórshavnar kommunu

2021-05-20 15:04

Á almennum fundi í Auluni á Finsen í kvøld kl. 19.30 vil Havnar Framburðsfelag seta fokus á at fáa betri bústaðarmøguleikar til okkara ungu í kommununi. Øll eru vælkomin.

Almenn hagtøl vísa, at millum 400-500 nýggir borgarar hava sett búgv í Tórshavnar kommunu, síðstu 3-4 árini.

Tað er í sær sjálvum gleðiligt, at so nógvir nýggir borgarar ynskja at seta búgv í okkara høvuðsstaði.

Vit mugu tó ásanna, at Tórshavnar kommuna í dag er undir einum stórum trýsti á fleiri økjum.

Á dagstovnaøkinum, á eldraøkinum, á skúlaøkinum og ikki minst á bústaðarøkinum, sum eg ynski at luta nakrar tankar um.

Ein stór avbjóðing hjá okkara borgarum, og serliga okkara ungu barnafamiljum, sum fegin ynskja at búseta seg í Tórshavnar kommunu, er tann ovurhonds stóri mangulin á hóskandi bústaðarmøguleikum til rímuligar prísir.

Tað er einfalt blivið ov dýrt at seta búgv í okkara høvuðsstaðarkommunu.Tað er ein staðfesting, sum vi,t dagliga síggja við sera høgum sethúsa- og íbúðarprísum.

Leiguprísirnir eru eisini hækkaðir nógv, hjá teimum sum ynskja leigubústað. Og ikki minst er tað vorðið munandi dýrari at byggja sær eini sethús í dag, enn bara fyri 5 ella 10 árum síðani.

So kunnu vit spyrja okkum sjálvi hvat tað er, sum ger at sethúsaprísur og prísur á íbúðum er hækkaður somikið nógv í Tórshavnar kommunu síðstu árini?

Fyrsta svarið er sjálvsagt, at eftirspurningurin hevur verið nógv størri, enn avmarkaða útboðið á húsum og íbúðum.

Størsta orsøkin er uttan iva manglandi útboðið av bústaðarmøguleikum.

Tá vit tosa um manglandi útboðið av bústaðarmøguleikum, so mugu vit staðfesta, at tað í longri tíð hevur verið stórur mangul uppá kommunal grundstykkir. Tað eru fleiri ungar barnafamiljur, sum óiva høvdu ynskt sær at keypt sær eitt kommunalt grundstykkið til ein rímuligan keypsprís, fyri síðan at bygt sær eini sethús.Her hevur Tórshavnar kommuna eina stóra uppgávu fyri framman, at veita munandi meira grundstykkir.

Tó eru tó nógvar íbúðir bygdar síðstu árini. Bara á Karlamagnussarbreyt einar 400 íalt. Men aftur her hevur útboðið av íbúðum heldur ikki verið nóg stórt, til tann alsamt vaksandi eftirspurningin, við tí úrsliti, at søluprísurin á íbúðum ongantíð hevur verið so høgur sum í dag.

Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum í Tórshavnar kommunu kemst sjálvsagt í størsta mun frá, tí stóru tilflyting síðstu árini, sum hevur sett stórt trýst á eftirspurningin eftir at keypa og leiga hús og íbúður. Bara síðstu 3-4 árini eru 4-500 borgarar árliga lagdir afturat samlaða íbúgvartalinum.

Rentan á bústaðarlánum er samstundis metlág, umframt at góða búskaparstøðan í samfelagnum ger, at fleiri privatfólk eisini hava ein góðan eginpening í samband við bústaðarkeyp. Hetta merkir, at fleiri av hesum helst megna at keypa til væl hægri prísir, enn fíggingin er frá bankunum. Tað hevur helst eisini viðvirkað til, at prísurin á húsum og íbúðum er nógv øktur síðstu árini.

Ein annar faktorur, sum ikki nógv hevur verið tosað so nógv um, er avleiðingin við teimum negativu rentunum í bankanum.Tað skal ikki undirmetast, at fleiri og fleiri privatfólk av hesi orsøk velja at brúka innistandandi pening, at keypa sær eini hús ella eina íbúð afturat, antin til at hjálpa sínum børnum ella sum eina langtíðaríløgu.Hetta er helst eisini við til at økja um tann frammanundan stóra eftirspurningin á bústaðarmarknaðinum og er viðvirkandi til,, at prísirnar hava hækkað ovurhonds nógv serliga í 2020 og í ár.

Sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu, ynski eg at stuðla øllum skilagóðum ætlanum, óansæð um tað er frá býrðasmeiriluta ella býráðsminniluta. Treytin er tó, at vit sum skjótast fáa økt munandi um bústaðarmøguleikarnar í kommununi hjá okkara borgarum.

Fyrst og fremst haldi eg, at Tórshavnar kommuna skjótast til ber eigur at útstykkja so nógv kommunal grundøkir, sum gjørligt. Soleiðis at tey, sum ynskja at byggja, fáa møguleika at keypa sær eitt kommunalt grundstykki til ein rímuligan prís.

Eisini eiga grundøkir sjálvsagt at verða sett av til størri íbúðarbyggingar, sum eitt nú byggifyritøkur kunnu keypa, fyri síðandi at byggja og selja til borgarar í kommununi.

Tórshavnar kommuna má í framtíðini blíva nógv betri til at fremja fjølbroytt byggiøkir runt í allari kommununi, sum í størri mun geva møguleika hjá privatfólki at byggja ella leiga sær bústað í ymiskum støddum. Harumframt má kommunan geva fyritøkum betri møguleika enn í dag til at keypa kommunal grundøkir til at byggja leiguíbúðir.

Tað er týdningarmikið, at allir borgarar, hvar teir so enn búgva í kommununi, fáa sama møguleika at byggja í sínum egna býi ella bygd í Tórshavnar kommunu. Hetta er við til at skapa trivnað hjá øllum borgarum i kommununi.

Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin