Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

At skerja verkfalssrættin er at hótta tey veikastu

2021-06-15 06:03

"Skerjið fakfelagsrættin. Lóggevið pedagogarnar aftur til arbeiðis" Hetta tykist verða reaktiónin, nú pedagogarnir eru í verkfalli.

Og man skilir so væl fólk, sum eru avvarandi at teimum, sum verða rakt. Men eg vóni ikki, at nakar skilir, at hendan samgongan hevur lóggivið 100 tals mió úr lummunum hjá vanliga lønmóttakarunum niður í nakrar fáar lummar. Tá so er raðfest av verandi stýri, er ikki løgið, at tað stendur á, nú samgongan verður biðin um at javna út til pedagogarnar eisini.

So seint sum móti endanum av samráðingunum fingu føroyingar eitt avreiðingarvirðið uppá makrel, sum var um 300-350 mió kr meira (MEIRA!) vert enn í fjør. Allíkavæl situr arbeiðsgevarin samstundis yvirav pedagogunum og sigur, nei tit, vit hava altso ikki ráð til tykkara krøv. Og so geva teir teimum fáu alla øktu makrelkvotuna. Gerið so væl, 300 mió!

Og sum um at tað ikki er nóg mikið. Men nú ætlar man eisini at skerja verkfalsrættin.

Vælferðarsamfeløgini í Norðurlondum eru annars bygd á styrkina hjá fagfeløgum og rættin hjá hesum at fara í verkfall og rættin at trýsta tey, sum ikki vilja rinda tað, sum tey kosta.

Eitt er, at samgongan vil býta virðini ekstremt ójavnt í samfelagnum. Vil samgongan nú eisini taka rættin hjá teimum, sum berjast fyri rættindum hjá lønmótakarum, so hevur okkara vælferðarmodell fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin. Og tað vil við tíðini raka tey allar veikastu nógv harðast.

Gott í tykkum: ansið nú eftir okkara vælferðarsamfelag. Ein vælferð, har fakfeløgini hava gingið á odda og bygt upp!

Annita á Fríðriksmørk