Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit vita alt ov lítið um talgildan harðskap móti kvinnum

2022-08-10 13:34

Sjúrður Skaale tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp aftur á Fólkatingi. Hesaferð er tað við eini áheitan á ministaran um at seta ferð á at fáa POL-SAS málsviðgerðarskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at løgreglan fær eitt betri yvirlit av talgildum harskapi í Føroyum. Harumframt vil fólkatingsmaðurin vita, um løgmálaráðharrin vil umhugsa at oyramerkja pengar til løgregluarbeiði við júst talgildum harðskapi.

Fyrr í ár spurdi fólkatingsmaðurin løgmálaráðharran um talgildan harðskap móti føroyskum kvinnum. Endamálið var m.a. at vita, hvussu útbreiddur trupulleikin er, um hann er vaksandi, og hvussu føroysku hagtølini síggja út í mun til tey donsku.

- Svarið vísti tíverri, at tað ikki finst eitt neyvt yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum í Føroyum, tí tað við verandi málsviðgerðarskipan ikki ber til hjá løgregluni at trekkja upplýsingarnar um hetta slagi av kriminaliteti elektroniskt. Avleiðingin av hesum er, at vit snøgt sagt vita ikki, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Og at vit heldur ikki kunnu kanna, um hann er størri hjá okkum enn aðrastaðni.

Fólkatingsmaðurin vil tí vita, um danski løgmálaráðharrin kann seta ferð á at fáa sokallaðu POL-SAS málsviðgerarskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at føroyska løgreglan fær sama yvirlit av trupulleikanum sum tann danska. Og hann vil somuleiðis vita, um løgmálaráðharrin vil umhugsa at oyramerkja pengar til júst hetta slagið av løgregluarbeiði.

- Eg hugsi, at vit kunnu gera meira fyri at basa talgildum harðskapi móti føroyskum kvinnum, men vit mugu eisini hava eitt betri yvirlit. Um løgreglan fær POL-SAS skipanina í nýtslu, so fær hon eina betri heildarmynd og harvið betri umstøður at arbeiða undir. Og so haldi eg sjálvur, at danska løgmálaráðið átti at umhugsað at oyramerkt pengar til løgregluarbeiði við talgildum harðskapi, sum tykist vinda uppá seg, sigur Sjúrður Skaale.

Spurningarnir kunnu lesast her:
https://www.jaf.fo/ti%C3%B0indi-og-greinar-jaf-fo/vit-vita-alt-ov-liti%C3%B0-um-talgildan-har%C3%B0skap-moti-kvinnum

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi