Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Vit skulu tíma at búgva her

2020-11-05 09:11

 Nógv hava spurt, hvat eg meini við: “Vit skulu tíma at búgva her”. Svarið er: Vit býráðspolitikarar hava eina endaleysa uppgávu at skapa bestu umstøður, so vit tíma at búgva her. Tað er eitt endaleyst, men eisini eitt spennandi arbeiði, sum eg fegin haldi fram við, um eg sleppi - eftir kommunuvalið 10. november

Vit elska at búgva í høvuðsstaðnum, tí her gott at vera, arbeiða, lesa ella á annan hátt útbúgva seg. Og so hava vit eisini eitt ríkt frítíðarlív við mentan, tónleiki, ítrótti, hugnaligum matstovum og cafe’um. Jú, tað er sanniliga gott at vera í Havn, sum er ein lítil, spennandi og tryggur høvuðsstaður. 

 

Einki av hesum er kortini komið av sær sjálvum. Høvuðsstaðurin er tað, býráðspolitikarar ígjøgnum árini – saman við borgarunum - hava gjørt hann til. Men tá tað er sagt, so kunnu vit altíð gera meira fyri at fáa høvuðsstaðin til ein uppaftur betri bý at búgva í. Tað eigur at vera fremsta málið.

 

Eg havi havt trivnaðin í kommununi fremst í huganum í mínum býráðsarbeiði higartil, og tað gerst best, tá frítíð, mentan, sosialpolitikkur og vinnupolitikkur ganga saman í eina hægri politiska eind. Frítíð, lestrarlív, arbeiði og sosialar umstøður skulu passa saman.   

 

Vinnan skal hava bestu umstøður at virka í Tórshavnar kommunu, sum í næstum útstykkjar fleiri vinnustykkir á Sundi. Íverksetarar eru ein týðandi partur av vinnuni og komandi vinnulívinum, og tí skulu teir hava bestu umstøður, sum áhaldandi vera lagaðar eftir tørvinum. 

 

Men hin síðan av sakini er, at borgarin hevur tað gott í høvuðsstaðnum, tá hann ikki er í sínum dagliga yrki. Vit skulu reka ein skilagóðan sosialpolitikk, sum gevur okkara børnum og ungdómum ein tryggan uppvøkstur.

 

Vit skulu fjálga um mentanarvirksemið í høvuðsstaðnum. Vit skulu halda fram at skapa bestu umstøður fyri at ríka mentanar- og tónleikalívið í allari Tórshavnar kommunu. Ítrótturin er partur av hesum, og vit eiga at gera alt fyri at geva ítróttinum allarbestu umstøður – marghøllin skal setast á dagsskrá, og langhylurin er longu á veg. 

 

Fyri nøkrum árum síðani hildu vit okkum hava skapt góðar umstøður fyri eldri borgarar á røktarheimum, eins og vit høvdu nóg mikið av barnagarðs- og vøggustovuplássum. Men hesi økini treingja sanniliga til dagføringar. Serliga eigur talið av starvsfólkum og nýggjum innihaldsríkum tilboðum á hesum stovnum at hækka munandi komandi árini. Hetta er als ikki nøktandi í løtuni.

 

Eg havi her nevnt nøkur øki burtur úr tí rúgvusmikla kommunala geiranum. Týdningarmiklasta málið er tó, at kommunan er nær borgaranum. Har fólk trivast, blóma frítíðarlív, mentan og vinnulív – og har frítíðarlív, mentan og vinnulív blóma, trívast fólk – og fleiri leggjast aftrat.

 

Eg stilli upp á býráðsvalinum 10. november, tí eg vil fegin halda fram at gera høvuðsstaðin til ein enn betri stað, har vit elska at búgva. 

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin

og formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráð