Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vit kunnu gera so nógv meira fyri børnini

2021-10-25 20:43

Ein av kjarnauppgávunum í samfelagnum er at tryggja, at børnini á dagstovnunum hava so góðar umstøður, sum til ber. Tað merkir, at námsfrøðingar og hjálparfólk mugu hava fleiri starvsfelagar og betri tíð til hvørt barn, fyrireiking og eftirmeting. Starvsfólk og børn skulu trívast, og tí mugu vit taka neyðugu tøkini næstu árini, fyri at veruliga uppraðfesta økið – pengarnir skulu snøgt sagt á gólvið!

Í dag mangla áleið 300 námsfrøðingar bara fyri at halda dagstovnalógina. Tá er tað ikki tikið við, at okkum tørvar fleiri starvsfólk fyri at halda eina nøktandi normering, og at á hvørjum ári fara fleiri starvsfólk frá, enn tað verða útbúgvin.

Vit gleðast um, at landsstýrið raðfestir ein flokk afturat av sjúkrarøktarfrøðingum, men vit harmast um, at landsstýrið ikki hevur valt ein flokk afturat av námsfrøðingum. Hetta varð hálvgum lovað, tá ið Tjóðveldi nú í tveimum umførum hevur lagt uppskot fyri tingið um at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

Uppskotini vórðu feld við teirri grundgeving, at arbeiðið við at útbúgva fleiri var í gongd. Nú næstan tveir ár seinni, sær ikki út, til at arbeiðið er komið nakran veg.

Í Føroya størstu kommunu, Tórshavnar kommunu, eru heldur eingir nýggir pengar játtaðir til uppnormering. Undanfarna býráð setti tilsamans 10,3 mió. av til betri normering. Hetta var als ikki nóg mikið, men samstundis atkvøddi eitt samt býráð fyri at økja normeringina við 36 mió. afturat komandi árini.

Neyðugt er við fleiri starvsfólkum og útbúgving av fleiri námsfrøðingum, skulu vit røkka málinum.

Tjóðveldi hevur nú lagt eitt uppskot fyri tingið, ið skal tryggja betri umstøður á vælferðarøkinum. Hetta ber m.a.við sær, at útbúgva fleiri, tryggja betri normering og betri løn við eini láglønarpulju.

Vit vóna, at tað ber til at finna semju og pengar til at raðfesta námsfrøðiliga økið við einum flokki afturat og betri normering í ávikavíst løgtingsfíggjarlógini og kommunufíggjaræltanini fyri 2022.

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu
Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi