Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit hava øll eina skyldu!

2020-11-04 17:03

Sum forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, rógvi eg eitt sindur aftur á blaðgrein um trupulleikar hjá børnum og ungum.

Sjálvsagt vita vit, at trupulleikar hjá børnum og ungum,  eru samansettir, men tað forðar okkum ikki í at taka fatur í tí, sum sjónliga er at taka fatur í, beinanvegin!

Sum kommuna ynski eg ikki eina trivnaðarnevnd og sosialu deild, sum mest loftar og viðgerð, men eisini eina trivnaðarnevnd, sum arbeiðir  meira fyribyrgjandi saman við fólkinum, - sum rópar varskó og kemur við áheitanum.

Í hesum føri snýr tað seg um mammur, sum straffa pápar, við børnum sum vápn.

Tað eru afturvendandi søgur um mammur, sum í máttloysi og øði inn á pápan, brúka børnini sum vápn, soleiðis at skilja, at tær nokta børnunum samveru við pápan.

Eisini verður mangan ein vreingjan av veruleika, sum hevur til endamáls at seta pápan í ringt ljós, bæði hjá børnum og ofta seinni, hjá myndugleikum.

Eg skilji væl, at mammur kunnu koma í slíkt hjálparloysi og hava eina ógvusliga trongd til slíkan atburð, men eg vil inniliga heita á ella biðja um umhugsni og staðiliga átala henda vaksandi trupulleika.

Jú, mammur straffa pápar, men tær oyðileggja samstundis síni børn.

Sjálvsagt er vandamikið at generalisera – men mynstrið hjá myndugleika, sum skal taka sær av børnum og ungum við trupulleikum, vísir hetta.

Sjálvsagt veit eg eisini um støður, har ikki alt ber til, sum vit kundu hugsa okkum, men tá børn gráta í longsli eftir pápum sínum,  og pápar tráða eftir samveruni, so skal tað takast í størsta álvara – og mammur eiga at lata børnini fáa tað samband  og tann kærleika frá pápa sínum, sum tey hava brúk fyri og so hjartaliga uppiborið. 

Mín áheitan er eisini til fólkið rundanum, - familju, vinir, grannar, starvsfelagar og øll, sum kenna slíkar støður  – at royna at tosa mammuna til rættis og stuðla  tilgongdini.

Vit hava eina skyldu!

Latið okkum standa saman um henda samfelagstrupulleika, hóast lutfallsliga lítlan, so menniskjaliga, so sera stóran.

Greinin tekur støði í, at mamman hevur foreldramyndugleika, tí hetta er, í 

flestu førum tilfeldi, sjálvsagt kann tað venda báðar vegir.

Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn.

(Lógarviðurskifti eru ikki dagførd á hesum økinum, sum høvdu kunnað bøtt um støðuna, men tað er til aðra grein.)