Virðiligur eldrapolitikkur

2020-11-02 14:40


Tey, sum bóru okum ígjøgnum lívið og løgdu lunnar undir okra vælferð, skulu hava virðilig kor. Tað skal ikki vera soleiðis, at nakar eldri borgari í størstu kommununi í oynni skal sita síni eldru ár og stúra fyri sínum livikorum og fáa avlagaða tænastu. Tað er at vanvirða okra eldru, og tað sømir seg ikki! Hetta vil jeg broyta beinanvegin!
Sambýlið skal koma!
Okur skulu hava eitt sambýli á Tvøroyri, alt annað er ikki nøktandi og er uttanumtos. Mítt skal ikki liggja eftir, tí mín uppgáva, sum býráðspolitikari vil vera, at okur skulu arbeiða saman við hinum kommununum í oynni í Bú- og Heimatænastuni og fáa eitt sambýli á Tvøroyri, sum skjótast.
Arbeiði og tænastur
Í verandi løtu eru tað alt ov fáir heilsuhjálparar- og røktarar, sum hava alt ov stóra byrðu og arbeiða av øllum alvi at náa vitjanirnar í kommununi. Tað er ikki í lagi og als ikki nøktandi! Onki prát, ongin tíð og ongin virðing. Fyri at náa út til øll má alt skundast ígjøgnum. Hetta er hvørki virðiligt fyri tey eldru ella fyri arbeiðsfólkið. Hetta skal broytast og raðfestast hægri, soleiðis at tænastustøðið og arbeiðsumstøðurnar betrast. Og tað beinanvegin!
Fleiri tilboð
Jeg vil eisini arbeiða fyri, at okur, sum kommuna, kunnu útvega fleiri tilboð til 60+ og skapa trivna millum eldri borgarar.
Eldraíbúðir
Sum býráðspolitikari vil jeg gera mítt besta fyri at seta ígongd íbúðarbygging í kommununi, og her skulu oyramerkjast nakrar íbúðir til 60+, so fólk við húsum, ið ynskja sær okkurt minni, hava møguleikan til tað. Soleiðis lætta okur eisini trýstið á bústaðarmarknaðinum, tá nøkur hús verða til sølu. Men hetta gevur fyrst og fremst teimum, sum ynskja sær okkurt minni, meiri orku og rásarúm til gerandisdagin.
Gott val og við kvøðum
Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni fyri Lista C á Tvøroyri