Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 16 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Vinnunevndin hevur samtykt at útstykkja vinnustykkir á Sundi

2020-10-22 16:51

 Vit skulu áhaldandi fjálga um vinnulívið í høvuðsstaðnum, og vinnustykkini, sum í næstum verða útstykkjað á Sundi, eru liður í hesum

 

Vinnunevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. oktober í at útstykkja nýggja økið á Sundi til fleiri vinnustykkir, eftir at økið var lýst til leigu 11. mai í ár.

 

12 umsóknir komu inn um at leiga økið, og Vinnunevndin hevur eftir tilmæli frá havnarmeistaranum samtykt at kanna umsóknirnar nærri fyri at tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa vinnustykki á Sundi, lúka almennu byggisamtyktina.

 

Umsitingin hjá kommununi ger uppskot til heildarætlan fyri, hvussu vinnuøkið á Sundi skal skipast.

 

Tað er týðandi at fjálga um vinnulívið í høvuðsstaðnum, og útstykkingin á Sundi er ein liður í grundleggjandi hugburðinum, at Tórshavnar kommuna skal geva vinnulívinum best møguligu karmar at virka innanfyri.

 

Hesum endamáli vil eg halda fram at virka fyri, um eg verði valdur aftur í býráðið á kommunuvalinum 10. november.

 

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin

og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð