Viðarnes eingin varandi loysn

2020-09-30 22:36

Viðarnes eingin varandi loysn

Nú tað er fallið so mongum fyri bróstið, at eg mælti til at flyta oljugoymslurnar hjá Effo og Magn inn á Sund, tá ið tær ikki longur kunnu verða verandi á Viðarnesi, má eg heldur gera boðskapin týðiligari, so ikki alt verður misskilt.

Fyrst og fremst snýr hetta seg ikki um, hvat oljugoymslurnar fara, men at tær ikki sleppa at verða verandi á Viðarnesi longur enn til 2030.

Hetta er fyrst og fremst ein trygdarspurningur, ið eisini hevur verið uppi og vent so ofta fyrr. Mest umráðandi er at fáa oljuna burtur úr Havnini, har hon er næsti granni hjá Landssjúkrahúsinum og hjartanum í okkara heilsuverki. Tangarnir gerast ikki yngri og trygdin ikki betri, har teir standa nú.

At eg nevndi Sund, var av tí einfaldu orsøk, at á Sundi hevur SEV frammanundan tveir oljutangar, umframt at har er eitt stórt ídnaðar- og vinnuøki, ið fyrr ella seinni verður brúkt til okkurt. Og í mun til so nógv annað, sum er uppi í tíðini, halda oljutangar ongan gang, umframt at teir kunnu gerast soleiðis, at teir ikki nýtast at skemma umhvørvið meira enn neyðugt.

Men teir kunnu saktans vera onkra aðrastaðni, eitt nú í grótbrotinum á Glyvursnesi ella kanska á einum heilt triðja stað. Tað stutta av tí langa er, at á Viðarnesi kunnu teir ikki verða verandi, og tað var kjarnin í mínum boðskapi.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin