Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vesturbýarbørn í Havn framvegis í leysum lofti

2021-02-17 11:18

Næstan 400 fólk hava nú skrivað undir kravið til Tórshavnar Kommunu um at upprætta fýra fyrstu flokkar í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár.

Men enn er eingin kunning komin út um, hvussu málið verður loyst. Tey, ið skulu byrja í øðrum skúlum í Kommununi hava fingið kunning og skriv, ið bjóðar teimum vælkomin í skúla eftir summarferiuna. Men enn hanga børnini í Vestubýnum í leysum lofti, tí tey, ið hava søkt um upptøku í Skúlanum á Fløtum, hava enn einki hoyrt.

Tað hevur vakt stóra mótstøðu, at Tórshavnar Kommuna ætlar at senda ein heilan flokk, ið hevur søkt um skúlapláss í Skúlanum á Fløtum, yvir í Eysturskúlan, sum liggur í hinum endanum av býnum.

Orsøkin til hesa flytingina er, at spildurnýggi skúlin longu í ár – fyrstuferð næmingar skulu takast inn til nýggja bygningin – er ov lítil.

Tað fekk foreldur í Vesturbýnum í Havn at skriva soleiðis:

“Á Skúlanum á Fløtum ganga øll børn í Vesturbýnum; knapt 800 tilsamans. Men eftir summarferiuna er ætlanin at flyta ein lítlan bólk av sjey ára gomlum yvir í Eysturskúlan. Tey vera fyri ógvusligum vanbýti, tí tey skulu flytast langt burtur úr nærumhvørvinum frá vinum og sosiala netinum í grannalagnum. Tey hava ongan kjans at fylgjast við floksfeløgum í og frá skúla. Vandin fyri at tey enda uttanfyri felagsskapin bæði heima í grannalagnum og hinumegin býin, er stórur. Fylgjurnar av tí kenna vit øll. Vit heita við hesum staðiliga á myndugleikarnar um at loysa trupulleikan, nøkta tørvin í økinum og loyva fýra 1. flokkum í Skúlan á Fløtum.”

Tó at tað snýr seg um nøkur og tjúgu børn, sum skulu flytast, hava nærum 400 fólk skrivað undir kravið um, at børnini skulu sleppa í skúla í nærumhvørvinum, so tey kunnu fylgjast við vinum og ferðast í sosiala netinum. At flyta børn, sum búgva við síðuna av einum skúla, yvir í hin endan av býnum, er jú burtur úr vón og viti.

Men enn hevur Kommunan ikki latið frætt frá sær - og ampin er tí framvegis eins stórur á bæði børnum og foreldrum.