Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Veljarir!

2020-11-10 17:59

Nú er tíðin um at vera úti, fari eg at takka tykkum fyri, at hava fylgt mær gjøgnum valstríðið. 

Eg havi fleiri hjartamál, men er býarplanleggingin mítt størsta. Tað ber nemliga ikki til at loysa bústaðartrupuleikan, tryggja barnagarðspláss, tryggja røktarheimspláss, uttan eina góða langtíðarbýarplanleging.

Tað skal í framtíðini verða ein sjálvfylgja, at vit altíð fáa fatur á einum bústaði, grundstykki, og stovnsplássi, bæði til børn og eldri.

Eg vil verða við at tryggja, at Tórshavnar kommuna verður skynsom, trygg, og umhvørvisvinarlig, minst 100 ár fram!

Eg fari tí at biðja teg, seta krossin við Michel Nielsen tá tú fer á val í kvøld

Gott val

Vinarliga

Michel Nielsen