Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vel Framsókn

2020-11-09 14:53
Nú bleiv alt so snedigt hjá mær. Eg mátti avstað til sjós, júst tá ið valstríðið hjá mær skuldi byrja.
Okkurt hevur tú kanska lisið, sum eg havi skrivað, men eg havi ikki havt møguleikan at vera millum tykkum øll.
Eg fekk ein kjans og mátti taka av. Onkur skal eisini arbeiða veist tú.
Well denn... Í hesum føri ger tað akkurát tað sama, um eg eri heima ella burturi, tí mín áskoðan um Havnina er púra óbroytt. Ungar kreftir skulu leggjast aftrat, so tey eisini hoyrast í Tórshavnar býráð.
Av øllum tí stási og bygningum, ið vit hava fingið lovað, eiga vit ikki at gloyma, at vit sjálvi – so ella so – skulu gjalda fyri tað. Hetta fær meg at stima aftur á valtemaiđ hjá Framsókn. Tí tað snýr seg fyrst og fremst um menniskju. Tað snýr seg um Havnina og fólkið her býr.

Hiđani úr Norðsjónum sendi eg eina áheitan um at stuðla Framsókn. Samstundis vil eg ynskja øllum eitt gott val.

Kristian Clementsen
PS: Eg leingist eitt sindur