Valevni til býráðsvalið.

Vel burðardyggan búskap

2020-11-09 16:50

Tjóðveldi er trygd fyri einum burðardyggum búskapi í Tórshavnar kommunu.

Peningur skal brúkast við skili. Havast skal í huga, at politiska skipanin umsitir pening skattgjaldarans.

Mítt lyfti er, at vit fara at reka ein skynsaman búskaparpolitikk har kjarnuuppgávurnar hjá kommununi verða raðfestar frammalaga.

Kjarnu-uppgávur, sum dagstovnaøkið, barnaverndarøkið, eldraøkið, burturkastsøkið (renovatiónin), vegir, gøtur, kloakkir og líknandi skulu standa í fremstu røð tá peningur skal játtast.

Umframt kjarnu-uppgávurnar, so skal kommunan skapa karmar fyri vinnulívinum og sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan mentan og ítrótt.

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyir Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.