Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vegamót ella hvat halda tit?

2020-10-21 09:58

Fleiri vegateinar eru í ringum standi í Vága Kommunu. Hetta er eitt økið, sum eg ynski at raðfesta hægri. Vit kunnu ikki liva við hesum í 2020. Eitt sólaklárt dømið er, Nyggivegur.
Holirnar í vegnum eru so nógvar í talið nú, at til ber ikki at koyra rundan um tær.
Akførini fara sera illa av hesum bæði viðvíkjandi slitlutum og dekkum. 
Tí haldi eg, at ein av teimum vegunum í Miðvági, sum hava fyri neyðini at vera gjørdur lidnir er júst Nyggivegur. Onkur borgari kallaði vegin fyri Gamlaveg.
Nyggivegur kundi verið breiðkaður har tað ber til, so vit eisini hugsa um trygdina.

Eg fari at arbeiða fyri, at vegirnir í kommununi vera gjørdir til endaligar loysnir.
Somuleiðis mugu vit eisini hugsa um bleytu ferðsluna. Og trygdin má vera dagførd og í hásæti.
Ikki skal farast undir nyggjar vegateinar uttan, at alt fyriliggur og ein klár ætlan er gjørd til kaðal og rørarbeiði við meira.Vit mugu sleppa undan at fara afturum aftur og pjøssa um okkurt skal útstykkjast o.a við vegateinunum. Dupult arbeiði kostar pening, so lati okkum heldur fáa arbeiði gjørt rætt beinanvegin.
Heldur ongin trøll enn jólatrøll.
Eitt annað hugskot kundi veri at sett brúnna við Nyggjaveg í stand. Kanska havt eitt ella tvey ljós í ánni, sum lýsti brúnna upp. Hetta kundi veri gott bæði við, at fríðka teinin og fyri trygdina við brúnna.
Til ber eisini, at seta nøkur ljós eftir ánni frá brúnni oman til gamla svimjihylin.
Vit mugu víðari og steðga við, at fara ígongd við hálv loysnum. Vegarbeiði, sum kommunan fer ígongd við skulu gerast endalig ligug.
Jóan Magnus Magnusson
X við Framtíðarlistan 2020