Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Útsøgnin hjá Framherja er óseriøs

2019-06-20 23:59
Tað gongur betri enn nakrantíð hjá Framherja, og kortini grætir reiðaríið krokodillitár.

Um dagarnir var grein á VP.fo um stóru framgongdina hjá Framherja í fjør, har bæði søla og avlop vuksu munandi í 2018 samanborið við 2017. Nettosølan vaks við 100 mió. kr. uppí 550 mió. kr. Ársúrslitið var 14 mió. kr. betri enn í 2017 og kom í 2018 uppá 84 mió. kr.

Tað er gleðiligt, at tað gongst føroyska vinnulívinum væl - hetta er ein týðandi partur av at skapa framhaldandi framgongd í samfelagnum og ein av grundarsteinunum undir einum sjálvberandi búskap.

MEN hóast einastandandi gott úrslit, so hevur leiðslan í Framherja eina mystiska trongd til at rópa varskó, "tí førdi politikkurin kann føra við sær, at úrslitini skjótt fara at minka" ?!?

Framherji rópar varskó hóast felagið í 2018 hevði eitt framúr gott úrslit - eitt úrslit, sum er skapt undir verandi politisku kørmum.

Og við førda politikkinum seinastu árini hevur Framherji fingið størri og størri kvotur - og fingið størri og størri møguleikar at troyta ríkidømi føroyinga - og hevur eisini ár um ár økt um avreiðingarvirði til frama fyri eigarar, reiðarí, manning og starvsfólk. - Og sjálvsagt hava landskassin og kommunukassar fingið sítt - hetta er ein heilt nátúrligur partur av spælireglunum í einum modernaðum samfelag.

Spola vit tíðina 10 ár aftur til 2008, so fiskaði Fagraberg hjá Framherja - tilsamans 46.487 tons, sum í stórum vóru býtt í 35.730 tons av svartkjafti, 1.369 tons var makrelur, og 8.343 tons var sild. Meðan Høgaberg fiskaði 29.533 tons, býtt í 19.486 tons av svartkjafti, 1.028 tons av makreli, 6.418 tons av sild og 2.577 tons av lodnu. Avreiðingarvirði hjá hesum báðum skipum var í 2008 umleið 112 mió. Kr.

10 ár seinni í 2018 fiskaði Fagraberg 54.749 tons, harav 34.406 var svartkjaftur, 3.871 var makrelur, og 12.456 var sild. Høgaberg fiskaði 46.659 tons, býtt í 35.778 tons av svartkjafti, 15.901 tons av makreli, 3.440 tons av sild og 3.559 tons av lodnu. Avreiðingarvirð í 2018 var hjá skipunum báðum umleið 317 mió. kr. - ella nærum 3 ferðir avreiðingarvirði í 2008 !

Gongdin hjá Framherja hevur sostatt verið ein veg og tað er upp, upp og upp. Og tað er jú heilt fantastiskt ! Men tað tykjist níva Framherja sera sera hart, at lutfalli av samlaðu pelagisku køkini, sum Framherji hevði í 2008 er minkað úr 20% niður í 19% 2018 - eisini hóast henda saman køkan máld í avreiðingarvirði er vaksin við 183% frá 2008 til 2018.oof

Má siga sum er, at útsøgnin hjá Framherja um at "úrslitini kunnu skjótt fara at minka munandi orsaka av førda politikkinum" er bæði óseriøs og fjákut, tí Framherji hevur ongantíð fyrr havt so góðar møguleikar at reka vinnuvirksemi sum júst nú - sum undir førda politikkinum.

Dennis Holm


Les aftursvarið frá Anfinni Olsen, stjóra á Framjerja: Aftursvar til Dennis Holm