Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umhvørvið í øllum

2020-11-09 12:03

 Tað er einki eitt ting sum kann bjarga okkum úr umhvørviskreppuni vit standa í. Men tað er EIN hugburður - og tað er at vit hava umhvørvið við í øllum avgerðum.


Tórshavnar Kommuna skal í øllum leggja seg eftir at tryggja, at valda loysnin altíð tekur atlit til umhvørvið.

Kommunan skal
eitt nú tryggja møguleika fyri landsstreymi. Tey skip sum eru útgjørd til landsstreym vilja nátúrligt taka av møguleikanum. Tey skip, sum ikki eru útgjørd, skulu eggjast til at fáa sær landstreym ella muga tey snøgt sagt gjalda hægri havnagjald!

Landstreymur hevur týdning, tí Tórshavnar Kommuna skal skapa karmarnar fyri at vinnulívið kann arbeiða frítt og skapa vøkstur í kommununi, samstundis sum kommunan syrgir fyri at borgarin sleppur undan óneyðugari ljóðdálkan og óneyðugum útláti. Her hevur kommunan ein avgjørdan leiklut.


Tórshavnar Kommuna hevur eisini eina ábyrgd av at tryggja, at tað loysir seg betur hjá borgarum í kommununi at fáa sær elbilar. Vit mugu geva elbilum fyrimunir í kommununi, sum fær borgarin at taka lopið. Perkeringspláss bara til elbilar er ein møguleiki.

 

Í sama viðfeingi eigur Tórshavnar Kommuna at átaka sær ein størri leiklut í arbeiðnum at tryggja øllum borgarum møguleikan fyri at løða bilin heima. Tað er við heimaløðing at stóru fyrimunirnir fáast og sjálvsagt eigur Tórshavnar Kommuna, sum størsti eigari í SEV og størsta kommuna í landinum, at fara aktivt inn í at loysa hesa avbjóðingina.

 

Ein hugburður, har umhvørvið verður raðfest leggur seg sjálvsagt eftir stuttfluttum vørum.  Stutt-flutt er snøgt-sagt gott, tað er gott fyri umhvørvið, tað er gott fyri sunnleikan, tað er gott fyri okkara sjálvsvirði og sjálvsfatan, tað er gott fyri stoltleikan og tað er gott fyri búskapin.

Kommunan skal tí ganga undan við at keypa stutt-fluttar vørur, matvørur og aðrar vørur. Hugburðurin um
, at vit altíð vilja leggja okkum eftir stutt-fluttum vørum skal breiða seg um alla kommununa. Fyri umhvørvið og sjálvsvirði okkara, vil tað altíð vera betur at keypa eplini av Sandi enn úr Egyptalandi.

Kommunan skal tryggja at tað er samspæl ímillum vinnu, borgarar og umhvørvi. Ti vit kunna bara røkka málunum saman.

er neyðugt, at umhvørvið er við í øllum sum verður hugsað, raðfest og avgjørt á Ráðhúsinum. Og við tað borðið vil eg fegin sita.