Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tunnilsgjald

2021-01-19 19:06

Tað frættist at talið av akførum, ið koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, er munandi lægri enn upprunaliga væntað. Um verandi støða varir við kann hugsast, at tað kann gerast neyðugt at leingja afturgjaldstíðarskeiðið. Hetta kemur skattgjaldarin at gjalda so ella so. Eg eri samd við landsstýrismanninum í fíggjarmálum í, at tað er ikki skynsamt at leingja um afturgjaldstíðina, tí um hesin tunnilin ikki ber seg fíggjarliga, hvussu skal so ein dupult so langur tunnil til Suðuroyar nakrantíð fáast at bera seg fíggjarliga.

Heldur er vert at umhugsa at hækka kostnaðin fyri ferðing gjøgnum undirsjóvartunlarnar til Klaksvíkar og til Vágarnar. Verandi tunnilsgjald kundi eitt nú verið hækkað við 15 til 20 krónum fyri hvønn tunnil, samstundis sum gjaldið í Eysturoyartunlinum kundi verið lækkað við 30 til 40 krónum hvønn vegin. Hetta hevði gjørt stóran mun fyri ferðandi á hesi farleiðini, samstundis sum kostnaðurin á hinum báðum farleiðunum framhaldandi er á einum rímiligum støði.

Kundu hetta uppskotið verið ein møguleiki fyri, at fáa raksturin av Eysturoyartunlinum at bera seg fíggjarliga, er hetta vert at umhugsa. Samstundis er hetta ein háttur at halda fast í samhaldsfesti á samferðsluøkinum.