Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Fróðskaparsetur Føroya.

Bjarni var formaður fyri Framsøkin Ung frá august 2014 til juni 2016

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

TÓRSHAVNAR KOMMUNA SKAL VERA OPIN FYRI AT MANN HEVUR OPIÐ

2020-11-05 11:25

Í Tórshavnar kommunu skal tað bera til at leita sær oman í miðbýin ein vanligan hósdag, uttan at vera tveittur á dyr á midnátt av fólki, sum meira enn gjarna ynsktu at serviserað sínar gestir í nakrir tímar afturat.

Í øðrum stórbýum eru væl linari upplatingartíðir í náttarlívinum. Vinnurekandi í kommununi skulu eisini hava møguleikan at leggja sínar upplatingartíðir til rættis, sum passar teimum best. Somuleiðis skulu havnafólk og gestir uttanfyri Tórshavnar Kommunu kunna njóta náttarlívið, soleiðis sum tað passar teimum best.
Tíðin er fyri langari tíð síðani farin frá viðtøkuni um skeinkistøð í havnini, sum áleggur vinnurekandi at steingja virksemið, tá ið gestirnir hugna sær.
Lógir og reglur í samfelagnum, sum vit liva í, skulu spegla ynskini og tørvin hjá okkum sum búgva her. Í Framsókn vilja vit hava fleiri at flyta heim aftur. Og tí er eisini neyðugt at lurta eftir teimum. Tí hvørjar Føroyar og hvønn bý vilja tey vera partur av og verða við til at skapa?
Vit skulu sleppa okkum av við óneyðugt alment formyndarí, sum forðar privatu vinnuni at virka til fulnar og nøkta tørvin hjá fólki. Veitingarstøð skulu sjálv sleppa at áseta, nær tað passar teimum besta at veita sína tænastu. Eg haldi at vit skulu loyva fólki og vinnu at blóma, og ikki seta forðingar. Skeinkistøð, barrir og kaffistovur skulu sleppa at hava longri opið.
Bjarni K. Petersen
Býráðsvalevni í Tórshavnar Kommunu