Tórshavnar kommuna skal vera ein fjølbroytt kommuna!
2020-11-06 20:11
Eg vil arbeiða fyri at menna integrasjónstiltøk, og herundir opin og tvørmentaði arbeiðspláss til gagns fyri tilflytarar og okkum.
Talið á tilflytarum er økt seinasta tíðina. Vit hava tilflytarabólkar frá vest- og eystevropa, suður- og miðamerika, Thailandi, Fhilipsoyggjunum, Miðeystri osfr. Tí er umráðandi at tryggja, at tilflytarar fáa nøktandi integrasjónstilboð. Eftir øllum at døma vanta vit framvegis arbeiðsfremjandi tiltøk. Fleiri av okkara tilflytarum hava handverksútbúgving ella miðallanga útbúgving. Men teirra førleikapotentialið verður ikki fullnýtt, vegna vantandi viðurkenning av teirra førleikaprógvi. Hetta kann, fyri tilflytaran, kennast óvirðiligt og tungt. Tilknýtið til arbeiðsmarknaðin er umráðandi fyri eina væleydnaða integrasjón.

