Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Tórshavnar kommuna, ein vakur urtagarður!

2020-11-02 11:16

 

Um vit ynskja at Tórshavnar kommuna framhaldandi skal blóma og vaksa, so má kommunan røkjast við skilsemi og nærlagni. Tað hevur ómetaliga stóran týdning at urtagarðurin verður væl røktur, og at hann verður væl passaður. Tórshavnar kommuna er sum ein stórur urtagarður, og tað er nógv at røkja í einum tílíkum urtagarði.

 

Tað sum hevur ómetaliga stóran týdning er at vit styrkja røturnar í urtagarðinum, so at greinarnar bera ávøkst. Tí hevur tað týdning í urtagarðinum at styrkja røturnar, og tess sterkari røtur vit hava, tess betri blóma greinarnar í urtagarðinum.

 

Tí hevur tað týdning at vit styrkja vinnuna í kommunu, vinnan er rótin sum skapar arbeiði og trivna, vinnan skapar vælferð og inntøkukelduna til okkara kommunu. Eg vil virka fyri at vinnan fær bestu karmar í kommunu, soleiðis at okkara vakri urtagarður veruliga kann blóma og vaksa seg enn vakrari og størri.

 

Vóni at eg fái tín stuðul, soleiðis at eg kann verða við at røkja okkara vakra og stóra urtagarð. Vel ein mann sum arbeiðir við rótini í hjartanum í urtagarðinum, vel ein góðan og skilagóðan vinnulívsmann inn í býráði.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaklokkin