Tónleikastađ í gamla svimjihylinum og ađrar ætlanir fyri 2021 

2020-11-08 20:19

Okur hava í samgonguni hjá Vágs kommunu, viđgjørt komandi uppskot, av 1 viđgerđ av fíggjarætlanin fyri 2021, tó uttan nakra nevndar- og býráđssamtykt enn.

 Men eg, sum býráđslimur, vil fegin koma inn á nøkur ting, uttan at fara í smálutir – hetta kemur nágreinliga út seinni. Eg kann siga so mikiđ, at okur framvegis hava eina stóra skuld, sum verđur niđurgoldin og har ætlanin er, at gjalda meira enn tær 3, 5 mió.kr, sum ætlađ fyri 2021. 

Kommunan er farin niđur um 1 álikning, vísa nýggjastu tølini. Býráðið kemur á næsta býráðsfundi at viðgera uppskot um at gjalda meiri niður í skuld, enn tær upprunaliga 3,5 mió. kr. Hettar vísa nýggjastu tølini, sum okur fingu innlit í, sum nok vera almannakunngjørd í næstum. 

Góđar ætlanir

Eisini verða fleiri spennandi ting framd í verki fyri komandi ár í 2021 M.a verđur nógv gjørt í Vágs skúla, í barnagarđinum og í ungdómshúsinum. Har m.a ungdómshúsiđ skal hava meira opiđ. Somuleiđis fara pengar av til dagføring av spæliplássi í miđbýnum. 

Tónleikastađ í gamla svimjuhylinun 

Okur hava í samgonguni tosađ leingiđ um, at betra um korini hjá Musikskûlanum og harviđ hjá tónleikarum í Vági. 

Vágbingar fáa nú betri tónleikakor, har ætlanin er at seta pengar av komandi ár, ið skulu brúkast til at umbyggja gamla svimjihylin í Vágs skúla, til eitt tónleikastađ til framførslur, undirvìsing vm, sum fer at menna tònleikaumhvøriđ í Vági munandi. 

Hettar arbeiđið má gerast stigvíst, so hvørt sum fíggjarliga rásarúmið broytist komandi tíđina. Tađ fer eisini, at bøta um hjá børnum viđ serligum avbjóđingum í Vágs skúla, tí tónleikavirksemið nú verđur flutt í "gamla svimjihylin". 

Hetta gevur eisini betri karmar til allan skúlan. Sjálvandi, kunnu okur ikki gera alt í senn, men okur er í samgonguni samd um, at seta pengar av til hesa spennandi ætlan.  

Betra um ferđslutrygdina

Okur eru eisini samd um, at betra um ferđsluđslutrygdina í bygdini. Serliga er tađ ferđslutrygdin viđ skúlan, sum er átroðkandi. S

Somuleiđis skulu pengar av til asfaltering. Ætlanin er eisini at hækka barnafrádráttin og minka skattin, soleiđis at vágbingar fáa betri fíggjarligt rásarúm. 

Heilsudepil í Páls høll 

Í Páls høll, eru okur samd um at gera ein heilsudepil, sum fer at menna og stimbra um hjá okkum øllum. 

Fíggjarligt vit og skil  

Størsta avbjóđingin er tó framvegis skuldin hjá Vágs kommunu, tí mugu okur komandi tíđina vísa fíggjarligt vit og skil. 

Hettar var bert ein litil kunning um, hvat er í væntu av allari rúgvuni fyri 2021. Lat okkum nú síggja hvussu leikur verđur, tá iđ fíggjarlógin fyri komandi ár, skal viđgerđast politiskt. Levi Mørk, býráđslimur og valevni á lista C