
Ternan reyð
2020-10-24 11:24
Nú Ternan er til klassingar, skulu vit so ikki bara mála hana reyða, eins og býbussarnir 😊? Á hvørjum einasta sumri er tað ein afturvendandi kampur at fáa 6. mannin umborð á Ternuna, so at ferðafólkatalið kann økjast við 200. Tað skula fleiri tilburðir til á hvørjum árið, at fólk standa eftir á Bursatanga, áðrenn SSL boyggir seg, og setur mannin umborð!
Eg veit, at
tað er ein landsuppgáva at røkja sambandið til Nólsoyar, men eftir mínum tykki
verður tað langt frá røkt á nøktandi hátt. Tað er ikki nøktandi, at landið bara
ger sítt besta….
Winston Churchill segði einaferð, at "…..viðhvørt er tað ikki nóg mikið, at vit
gera okkara besta. Viðhvørt mugu vit gera tað, sum krevst!"
…. tí má Tórshavnar Kommuna gera tað, sum krevst! og
ikki blíva við…»at venda tað blinda eyga
til», sum Admiral Nelson.
Tað, sum eg krevji av Tórshavnar Kommunu, er at hon
gevur sínum borgarum í Nólsoy bestu tænastu.
Talan er
ikki um nógvar pengar. Tað kostar ímillum 300-400 túsund krónur at hava 6. mannin
umborð summarhálvuna. Tað eigur at verða møguligt at finna teir pengarnar! Serliga
tá hugsað verður um, at Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu kostar 30 milliónir
árliga. Tá eru 300 túsund «piparnøtur».
Ein máti at fíggja hetta hevði verið við teimum inntøkum
sum Tórshavnar Havn fær av vøru og-ferðafólkaavgjaldi frá Ternuni, sum er væl
meiri enn tær 300.000 kr., og tað er hugsandi at hesar 300.000 kr. høvdu komi
innaftur í kassan hjá Tórshavanr Havn, við tí vøkstri av ferðfólki sum verður.
Tað er
næstan ómøguligt, hjá ferðavinnuni í Nólsoy, at skipa sítt virksemi undir
verðandi skipan. Tað mugu koma fastir karmar á sambandið um fjørðin, tí er tað
eitt, sum er alfa og omega hjá
ferðavinnuni, so er tað at kunna langtíðarplanleggja.
Tað er ómøguligt at gera planir fram í tíðina, tá ein ikki veit nær Ternan kann hava 95 og nær hon kann hava 294
ferðafólk. Tí skal 6. maðurin verða umborð á Ternuni alla summarhálvuna!
Lat okkum venda aftur til yvirskriftina, og hugsa tankan
lidnan - Hvat um Ternan var
reyð? Røddir hava verið frammi, bæði í Løgtinginum og Landsstýrinum, um
møguliga at útveita partar av Oyggjaleiðini hjá
SSL, eins og Bygdaleiðin.
Tað kostar umleið 10 milliónir (útreiðslur minus
inntøkur) at reka Nólsoyarleiðina. Í
eini útveiting skuldu hesir pengarnir sjálvandi fylgt við. Tað er ikki óhugsandi,
at tænastustøðið á Nólsoyarleiðini hevði
blivið munandi betri enn nú, um leiðin bleiv veitt út til Tórshavnar Kommunu
ella kanska onkran privatan, tí vit kunna skjótt blíva samdu um at tænastustøði
ikki er nøktandi, sum t.d. nú, tá Ternan er
vekk nú tað er vetur, og onnur smá før verða sett inn ístaðin, so við
eini útveitingar avtalu á 10-15
ár, har inntøka á 10 milliónir árliga var tryggja, so átti tað at verðið
grundarlag til at útvega sær nýtt og tíðarhóskandi skip, sum hevði økt munandi
um tænastustøð. Tað er átaluvert nú minni bátar/skip sigla ímeðan Ternan er til
klassingar, at vøra má handast í land, og rørslutarnað eru avskorin í at
ferðast.
Men vit kunnu sjálvandi
ikki bara sita og gita - Vit skulu vita! Tí eigur hesin møguleikin at verða
kannaður til fulnar. Eitt skal tó sláast rimmar fast, og tað er at í einari
møguligari útveitan, skal eitt minimum tænastustøði
og eitt maks ferða og- farmagjald definerast.
Sambandið um fjørðin er lívsæðrin hjá nólsoyingum, og tað vil
altíð fáa mína hægstu raðfesting, og við nýggjum fólki á Vaglinum, so eri eg
ikki í iva um, at eitt gevandi samstarv/samskifti við SSL hevði kunna komi í
lag, sum hevði kunna loyst trupulleikarnar, sum t.d. við 6. manninum og at tað
kundi verði siglt minst tvær ferðir høgtíðsdagar, so borgarar í
kommununi sloppi aftur og fram.
Í komandi 4 ára
skeiðið vilja eg raðfesta samstarvi við SSL, soleiðis at Nólsoyingurin kemur í
fokus.
Karlot Hergeirsson valevni
fyri Framsókn.
