Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tænastur til eldri eftirmetast og dagførast

2020-11-06 10:52
Kommunalpolitikkur - 

Tað eru nógvar uppgávur, sum heimahjálpin kann gera, sum tær í dag ikki hava tíð til, men sum hevði hjálpt borgarunum væl til at kunna verði heima sum longst

Fyri at tryggja, at fólk fáa tær røttu tænasturnar frá Vesturvón, so er neyðugt, m.a. at styrkja um heimahjálpina og seta terapeutar í starv.

Harafturat er neyðugt at hyggja eftir, um tíðin nú er komin til at seta í verk náttavakt á útiøkinum, sum hyggur inn til fólk og eisini hevur telefonvakt. Náttarvakt á útiøkinum er eisini ein góð hjálp fyri tey avvarðandi, sum kunnu sova trygt - tí heimatænastan veitir hjálp til teirra kæru um náttina, um tørvur er á tí.

Visitatiónsskipan

Fyri at veita ta røttu hjálpina er neyðugt at hava eina visitatiónsskipan, sum, saman við tí einstaka persóninum, ger eina heilsufakliga heildarmeting út frá tørvinum hjá tí einstaka. Talan kann verða um heimahjálp ymiskar tíðir á døgninum, sjúkrarøkt, dagtilhald fyri fólk við demens, dagtilhald til pensionistar, matænastu, venjingar, vegleiðing, upplæring, reingerð, vitjanartænastu v.m.

Í hesum sambandi er neyðugt at hava eina visitatiónsskipan, sum hevur ein greiðan leist at visitera eftir samsvarandi lógini um ‘Heimatænastu og eldrarøkt’. Á henda hátt verður tað lættari at fylgja við veitingum og grundgevingum fyri veitingum og tað verður eisini lættari at viðgera møguligar kærur.

Endamálið við at arbeiða eftir lógini um ‘Heimatænastu og eldrarøkt’, er m.a., at tey, sum hava tørv á veitingum eftir lógini, kunnu búgva sum longst í egnum heimi.

Allar kanningar, sum eru gjørdar, har fólk verða spurd um, hvørji ynski tey hava, vísa heilt greitt - “Eg vil verða sum longst í egnum heimi”- “... men um eg verði óhjálpin, at eg kann flyta á røktarheim”.

Bíðilistin til røktarbústað

Eg havi fingið upplýst, at tað standa 15 fólk á bíðilista til røktarbústað á Sýnini, umframt at tað eru onnur, sum hava tørvin, men ikki enn ynskja at flyta til annan bústað. Hetta sigur mær so mikið, at alneyðugt at seta inn og styrkja heimahjálpina um skjótast.

Eg brenni fyri eldraøkinum, og vil gera mítt fyri, at heimahjálpin og terapeutisku tilboðini verða styrkt.

Set X við Rósu Samuelsen

Rósa Samuelsen

valevni á Borgaralistanum

RN